Grannakommunur samstarva um eldrarøkt

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava undirskrivað sáttmála um heimatænastu og eldrarøkt v.m. Heitið á samstarvinum er 'Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu'.

tEysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava undirskrivað sáttmála um heimatænastu og eldrarøkt v.m. Heitið á samstarvinum er 'Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu'.

 

Kommunurnar skulu yvirtaka málsøkið tann 1. januar 2015 og hava tí í langa tíð verið í samráðingum við landið og sínamillum um hetta stóra málsøkið. Nú er sáttmálin undirskrivaður og sendur til landsstýriskvinnuna til góðkenningar.

 

– Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna verða klárar til hesa spennandi avbjóðing, tá málsøkið gerst kommunalt tann 1. januar 2015. Í dag eru tær grundleggjandi fyritreytirnar komnar upp á pláss við samstarvs-sáttmálanum, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu síni.

 

Tað, ið eftir er av 2014, verður nýtt til at fyrireika yvirtøkuna.