Grannakaffi við goðum tónleiki í Vági

Tiltakið Grannakaffi, sum verður í Meinigheitshúsinum í Vági í dag, er samstundis eisini ein syng føroyskt dagur, tí til tiltakið koma fleiri sangarar og tónleikarar at framføra.

 

Ingun Háberg hevur sett ein vársang á skránna til Grannakaffi. Ingun spælir og syngur nógv, bæði privat og í starvinum í Vágs skúla. Á jólum sang hon kórrødd til flottu jólakonsertina í SALT.

 

Anna,r ið eisini kemur at syngja og spæla er Dagfinn Olsen, ið eins og Ingun er lærari í Vágs skúla, og nýtir hann nógva tíð at undirvísa í tónleiki og spæla tónleik í skúlanum, eins og í frítíðini. Vit kenna hann eittnú fyri sangirnar Fagri Flokkur og Vovið av Guði. Sangirnir, ið Dagfinn kemur at syngja og spæla í dag bera brá av sálmi og fólkatónleiki.

 

Men tað eru ikki bara tilflytararnir Dagfinn og Ingun, ið koma at syngja tí lokali Rúni í Lágabø, sum javnan er at hoyra í ymiskum rásum, verður eisini partur av grannakaffitiltakinum, og kemur hann at syngja ymiskt, hann hevur latið úr hondum gjøgnum ár og dag.

 

Tiltakði Grannakaffi verður í Meinigheitshúsinum í Vági hósdagin 9. mars kl. 15.00 – 18.30 og tónleikaframførslurnar eru millum 16.00-17.00.d

 

##med2##

 

Ingun Háberg

 

##med3##

 

Dagfinn Olsen

 

##med4##

 

Rúni í Lágabø