Grandmas Basement á Ó12 við nýggjum staklagi

Grandmas Basement hava av summum ummælarum verið róptir nýggja útgávan av Dynamit, og tað er ikki ein burturvið samanbering. Eins og eldra útgávan so eru løgini fangandi, tekstirnir argandi og stuttligir, og verður heildin serverað á rámandi klaksvíksmáli og við einum stórum smíli.

 

Fyrsta fløgan hjá bólkinum gjørdi teir til fólkaogn, og hittini vóru nógv, líka frá fyrsta staklagnum "Hon fær ongantíð nokk" til "Bangna beisti", "Gay" og aðrar landaplágur.

 

Nú eru teir aftur aktuellir við einum nýggjum lagi: "SyraHøvd", ið tekur leistin frá fyrstu útgávuni uppaftur, og uttan iva er júst tað, ið teirra fjepparar hava longst eftir.

 

Á Ó12 kunnu fólk gleða seg til at uppliva gomlu hittini og uttan iva eisini "SyraHøvd", tá Grandmas Basement vísa ólavsøkugestum, hvussu klaksvíksoundið er í 2012.