Grand Prix vinnari rósar Jógvani

Tim Schou, ið vann danska Melodi Grand Prix 2011, rósar X-faktor Jógvan

- Halt kjaft, sum hann er góður, innligur og serstakur, hugsaði Tim Schou, tá hann fríggjakvøldið lurtaði eftir framførsluni hjá Jógvani í X-faktor.

 

Tim Schou, ið vann danska Melodi Grand Prix í 2011, rósar Jógvani og sigur, at endiliga er ein luttakari í danska X-faktor, ið ikki hevði smæðst burtur í ensku ella amerikonsku útgávuni av sendingini.

 

Hann fýlist tó at, at so skjótt ein luttakari er, ið er nakað serstakt, so tykist tað sum um, at dómararnir óttast, at hann er ov góður, og tí finnast at honum fyri at vera eitt veruligt listafólk.

- Her var endiliga ein framførsla, sum dómararnir kundu givið jaligar afturmeldingar, júst av tí at hann er eitt so stórt talent, men heldur ennn at undirstrika hetta, og síðani koma við viðmerkingum, ljóðaði tað á teimum, sum at hann als ikki hoyrdi heima í X-faktor, skrivar danski sangarin.

 

Sjálvur heldur Tim Schou, at Jantelógin er orsøkin til, at dómararnir tola so illa, at ein luttakari skarar fram úr í tílíkan mun, sum Jógvan eftir hansara tykki ger í ár. Boðskapurin í blogguni hjá Tim Schou, sum hesaferð einans er skrivað við stórum bókstavum fyri at leggja áherðslu á, hvussu illur hann er, er, at vit mugu koma hesi Jantelógini til lívs.