Donsku og Íslendsku Melodi Grand Prixini verða á skránni hjá Kringvarpinum leygarkvøldið. Millum luttakararnar í íslendsku kappingini er millum annað føroyski Jógvan Hansen. Grand Prix er aftur á skránni, og møguleiki verður hjá føroyingum at fylgja við millum annað Jógvani Hansen, ið skal luttaka í íslendsku Melodi Grand Prixinum. Sjónvarpið byrjar at senda frá donsku kappingini kl. 19.00, og kl. 21.00 verður sent úr Íslandi.
Kappast um at sleppa til Moskva
Birthe Kjær og Felix Smith eru vertir í Herning, har tey 10, sum skulu kappast um hvør skal umboða Danmark í Eurovision Song Contest, skulu á pallin í Messusentrinum leygarkvøldið. Kappingin er ógvuliga hørð, og bara eitt lag sleppur víðari. Finalan verður í Moskva í ár og Kringvarpið sendur við DR1 beinleiðis frá tiltakinum.
Føroyingur í íslendsku kappingini
Jógvan Hansen er við í kappingini um hvør skal umboða Ísland í Moskva, sum leggur pall til Eurovision Song Contest í mai í ár. Planet fer at fylgja við í gongdini í Íslandi og í Danmark.