Grand-Prix í billard

Seinasta umfarið undan finaluni í Grand-Prix kappingini í billard varð leikt um vikuskiftið, og hesa ferð var Shell høvuðsstuðul fyri tiltakinum

 

Billard


Føroysku billardfeløgini hava í vetur roynt seg í sonevndari Grand-Pric kapping. Seinasta umfarið undan sjálvari finaluni varð leikt um vikuskiftið, og komandi vikuskiftið verður so farið undir endaspælið. Hetta verður í Havnar Klubba, og byrjað verður longu leygarmorgunin.

Úrslitini hetta umfarið vóru annars soleiðis:

nr. felag stig miðal

1 TvøroyraBillardfelag 14 22,30

2 Vágs Billardfelag 12 22,08

3 Havnar Klubbi 8 18,27

4 Klaksvíkar Klubbi 6 18,41

5 Fuglafjarðar Klubbi 0 11,38


Størstu einstøku seriuna átti Birgir Jacobsen úr Vágs Billardfelag, tá hann fekk ikki færri enn 182 eygu.