Nevhvalurin Mesoplodon traversii er tann mest sjáldsami hvalurin í heiminum, og sambært fjølmiðlum er hann so sjáldsamur, at eingin hevur sæð hann á lívi. So mikið meiri harmaði tað vísindafólk at frætta, at ein hvalur av hesum slagnum endaði uppi á turrum í Ný Sælandi nýggjársaftan í 2010. Myndugleikarnir hildu hvalin vera ein vanligan nevhval, so teir gjørdu ikki mætari enn at grava tann fimm metrar langa hvalin niður í sandin.
Royndir vórðu tiknar av hvalinum, áðrenn hann bleiv grivin niður, og á lærda háskúlanum í Auckland hava granskararnir Rochelle Constantine og Kirsten Thompson staðfest, at royndirnar stavaðu frá einum Mesoplodon traversii.
-Vit stóðu sum negldar, tá vit varnaðust úrslitið, sigur Rochelle Constantine við fjølmiðlarnar. Hon og hinir granskararnir hava nú grivið beinagrindina av hvalinum uppaftur til nærri kanningar.