LÍV OG GRÓÐUR
? Neyvt samband hevur verið millum gróður og framleiðslu av fiski á landgrunninum. Nú er gróðurin so lítil, at vit kunnu vænta, at nógv minni kemur undan, og fiskurin verður rak, sigur Eilif Gaard, havlívfrøðingur.
? Um sambandið heldur sær, soleiðis sum tað hevur gjørt síðstu tólv árini, so bendir alt á, at tað verður ein ógvuslig minking í nýggjum tonsum av fiski, sum koma afturat, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.
Teir báðir hava neyvt innlit í, hvussu gróðurin av plantuæti ávirkar, hvat kemur undan av fiski í havinum kring Føroyar. Og útltini eru alt annað enn góð, soleiðis sum gongdin hevur verið síðstu árini.
Gróður í botni
Kanningar, sum Eilif Gaard hevur gjørt á Fiskirannsóknarstovuni síðstu tólv árini vísa, at gróðurin á landgrunninum er komin heilt niður á sama støði sum í 1990. Tá vóru nøkur álvarslig rakár í føroysku fiskivinnuni og harvið tjóðini allari.
Gróðurin í føroyskum sjógvi kemur oftast í apríl-mai mánaði og heldur sær vanliga til september. Nøkur ár kemur gróðurin tíðliga á árinum, onnur ár kemur hann seinni. Nøkur ár er nógvur gróður, onnur ár er hann minni. Tað vísir seg, at tá gróðurin kemur seint, er lítið av gróðri.
Í byrjanini av 1990 var sera lítil gróður, og gróðurin kom eisini seint á árinum. Í fyrru helvt av 90-unum øktist gróðurin ár um ár, og hann kom eisini fyrr á árinum. Í 1996 minkaði gróðurin niður í helvt, men síðan øktist hann aftur nógv í 2000 og 2001. Tá var umleið fimm ferðir meiri gróður enn í 1990. Men í 2002 kom gróðurin seint á árinum, og hann var óvanliga lágur ? á sama støði sum í 1990 og 1991.
Hetta er ein ógvuslig minking, ásannar Eilif Gaard, havlívfrøðingur, sum hevur staðið fyri kanningini.
Neyvt samband
Neyvt samband er millum gróðurin á landgrunninum og fiskastovnarnar, vísa allar royndir higartil.
? Tey árini, tá kanningar eru gjørdar av gróðri, hevur verið neyvt samband millum gróður og framleiðslu av fiski á landgrunninum, staðfestir Eilif Gaard, havlívfrøðingur.
Petur Steingrund, fiskifrøðingur, vísir eisini á greiða sambandið millum fiskaframleiðslu og gróðurframleiðslu. Í byrjanini av 1990 árunum var lítið til av fiski, hann var rak og vaks spakuliga. Hetta batnaði nógv fram til 1996. Í 1997, árið eftir at gróðurin minkaði, hevði fiskurin aftur minni at eta. Síðan batnaði skjótt aftur og seinastu 2 til 3 árini hevur hann havt nógva føði. Nógvur fiskur er komin undan, og hann hevur vaksið væl.
Vánalig útlit
Spurningurin er so, hvussu verður hjá fiskivinnuni frameftir, nú gróðurframleiðslan er í botni. Petur Steingrund er óttafullur.
? Vit vita ikki, hvussu verður við gróðrinum næsta ár. Men heldur mynstrið sær, so skuldi tú trúð, at talið av tonsum, sum koma afturat árini 2003 og 2004, verður lágt, sigur Petur Steingrund.
Støðan er ikki hættislig fyri fiskivinnuna beint nú, tí so nógv er til av fiski. Fiskifrøðingurin sammetir tað við eina kontu í bankanum.
? Í løtuni er nógv á kontuni, men tað kemur onki inn á hana. Gongur tað, sum vit higartil hava sæð, so ganga nøkur ár, har lítið kemur inn aftur á kontuna ? og so ræður um, ikki at brúka ov nógv, sigur hann.
Eilif Gaard vísir á, at mynstrið higartil hevur verið, at gróðurin skramblar niður á botn, tá hann lækkar, men byggir seg spakuliga upp, tá hann økist. Um tað verður gongdin aftur hesaferð, so ganga nøkur ár, áðrenn gróðurin av plantuæti, sum alt lív í sjónum er treytað av, hevur bygt seg uppaftur.