Gráta krokodillutár um kaldbaksfólk

Hetta er ein glæntrileikur um ein sorgarleik, sigur Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Havn

– Nú er ómøguligt at broyta ætlanina um at gera stóra ídnaðarøkið á Sundi, sigur Gunvør Balle varaborgarstjóri í Havn

 

 

– Hetta er eitt mál, vit hava arvað frá undanfarna býráðið, og tað, sum nú fer fram, er en glæntrileikur um ein sorgarleik.

 

Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Havn, var hvassorðaða á býráðsfundi í gjárkvøldið, tá ið ætlanin at leggja grót úr Eysturoyartunlinum á Sundi og at gera eitt ídnaðarøki har.

 

Hon heldur, at minnilutin í Tórshavnar Býráð hevur fullspottað seg sjálvan, nú tey royna at broyta ætlanin at leggja grót úr Eysturoyartunlinum á Sund og gera eitt ídnaðarøkið har.

 

Hon sigur, at tað er undanfarna býráð, sum eigur málið við húð og hár og nú ber ikki til at broyta avgerðina.

 

Hon vísir á, at fyrstu ferð, býráðið samtykkir at leggja grót úr Eysturoyartunlinum á Sundi, er fyri meiri enn einum ári síðani, nevniliga í mai í fjør.

 

– Sostatt hevði undanfarna býráð havt allar møguleikar at kanna tey ivamál, sum tey nú siga eru so álvarslig, at ætlanin má steðgast.

 

– Hetta eru alt mál, sum undanfarna býráð sjálvsagt átti at kanna og undanfarna býráð átti sjálvsagt at lagt málið fyri Kaldbaksnevndina. So hevði tann fólksligi uppreisturin verið tá, ístaðin fyri at hetta býráðið hevur arvað trupulleikan, har kaldbaksfólk mótmæla ætlanini.

 

-– Tá hevði borið til at broytt meining og funni eina aðra loysn, men nú er ov seint, sigur Gunvør Balle.

 

Hon heldur, at tann stóra gølan er, at undanfarna býráð ikki sá málið sum eina heild. Men ístaðin fyri fáa vit nú eitt stórt grótbrot á Glyvursnesi sunnan fyri Havnina, og eitt 500.000 kubikk av grótið á Hvítanesi norðanfyri Havnina, sum vit hava trupulleikar at sleppa av við.

 

Ístaðin átti málið at verið loyst sum ein heild, har grótið úr tunlinum fór í Skansabryyggjuna, men tann møguleikan sá undanfarna býráð ikki, og tí er tað langt úti, at minnilutin nú grætur krokodillutár um kaldbaksfólk, leggur hon afturat.

 

– Hetta er ótrúliga hørm um hetta, men nú vendst ikki aftur, og tað, vit hava gjørt, er ikki annað enn at seta eina fullgylduga samykt hjá undanfarna býráði í verk. Men tey eru ikki komin við nakrari aðrari haldgóðari loysn um, hvat grótið skal brúkast til.

 

– Grótið úr tunlinum skal fyrst og fremst brúkar til nýggja vegin úr tunlinum til Havnar. Men tað er ikki so frægt sum 20 prosent av øllum grótinum, og enn er ongin komin við eini loysn um, hvat hini 80 prosentini skulu brúkast til, sigur varaborgarstjórin.

 

 

Les eisini: Nú eiga vit at steðga á

 

 

– Tað er ein spurningur, undanfarna býráð átti at kanna, leggur hon afturat.

 

Hon sigur, at tað, hetta býráðið kann gera, er at gera mannagongdir at tryggja, at vit ikki enda í eini slíkari støðu enn eina ferð afturat og tí skulu mannagongdir gerast fyri, hvussu býráðið skal fara fram í slíkum førum, sigur hon.