Grát alt tað tú kanst, men flenn tað dupulta

Fyrsta søgusavnið hjá Marjuni Kjelnæs er áhugavert, men tær einstaku søgurnar hava ilt við at gera eina heild

Jógvan Isaksen
?????????????

Marjun S. Kjelnæs: Ein farri av kolvetni ? søgur um lindir og leitan.
Perma: Edward Fuglø. 156 bls. Bókadeild Føroya Lærarafelags.


Marjun Kjelnæs hevur í nøkur ár gjørt vart við seg innan føroyska bókaheimin, har hon hevur vunnið virðislønir fyri bæði stuttsøgur og útvarpsleik, men "Ein farri av kolvetni" við undirtitlinum "søgur um lindir og leitan" er kortini fyrsta bókin hjá henni. Perman er gjørd av einum av symbolmonnunum innan føroyska list, Edward Fuglø, og hon hóskar væl til søgurnar, ið á ein bógvin eru realistiskar, men á hin eru á tremur av symbolikki. Mitt á permuni situr ein einsamøll, snøggað kvinna á einum stóli úti í haganum. Tvørtur um bæði permu og bakpermu ringir ein kaktus seg og líkasum trýstir eina hvíta blómu upp í andlitið á lesaranum. Ovast á bakpermuni er ein somuleiðis einsamøll hurð mitt úti í natúruni. Hurðin kann ganga inn ella út til alt hugsandi, men tú hevur varhugan av, at hon kanska ongastaðni leiðir. Kvinnan er mitt úti í tí víðopnu natúruni, at síggja til við óteljandi møguleikum, men hon situr við bakinum til hurðina stirðnað í eini blindgøtu.
Fyrsta søgan, "Lykilin", er um Jensiu, sum livir í einum meira enn tjúgu ára gomlum barnleysum hjúnalagi, har hon og maðurin gera hvørjum øðrum fortreð í smámálum. Veruleikin er beinharður, og hjúnafelagarnir duga ikki at koma burtur úr tí frystu støðuni. Á einum gongu-túri finnur Jensia ein lykil, sum hon tvær reisir tekur og leggur aftur, men tá ið hon fyri triðju ferð fer eftir honum, er lykilin horvin. Hon hevur latið møguleikan fyri eini broyting gleppa sær av hondum. Søgan er á ein hátt ein gerandislýsing, men tann strammi frásøguhátturin, har tað verður skift ímillum fyrr og nú og í áðni og nú, dregur ein ófrættakendan óhugna fram.
"Ísakur og Ísmael" fer fram í Ísrael ? høvundurin var eitt ár í kibbutz (í bókini ansar forlagið sjálvandi eftir, at hebraiska orðið verður stavað við s í endanum) - har frásøgukvinnan ambætar kálvum og sigur tveimum níggju ára gomlum smádreingjum ævintýr. Annar drongurin er jødi og hin er arabari, og hóast bumbur og annan tramansskap, so heldur teirra vinalag. Søgan er ikki sørt naiv, og tað vælmeinandi hevur viðhvørt yvirvág í mun til tað listaliga. Aftur fyri er "Yndis" ein nærum surrealistisk lýsing av einum pari, sum búsetast í einum neysti í eini bygd í Norður-oyggjum. Veruleiki og listaverk (málningar og foto) glíða inn í hvørt annað, og mangt løgið fer fram. Tað er bara tað, at lesarin er at kalla líkaglaður, hvat ið viðurferst persónunum.
Við søguni "Rekadreki" er ikki stórt frægari. Ein psykiatriskur sjúklingur í Keyp-mannahavn er sjónarhorn, og tað er greitt, at høvundurin kennir umhvørvi (hon er útbúgvin sjúkrasystir), men annars er niðurstøðan tann sama: hendingarnar bera ikki við lesaran.
Uppsteðgað lív
Tittulsøgan sigur frá enn einum uppsteðgaðum lívi, har ein kvinna ger eina lítla roynd at fáa sína kærleikslongsul nøktaðan, men alt endar sum vant í blindum. Mynstrið við at lata søgur, har alt er uppsteðgað skiftast við søgur við harðligari gongd, heldur á. "Kavaeingil" snýr seg fyri ein part um unga føroyska kvinnu, sum er komin til at eiga og fyri ein part um ungan russiskan mann, ið hevur mist konuna undir barnsburði. Søgubygnaðurin er stak fløktur, og eg eri als ikki vísur í, at hann heldur, men í endanum hittast hesi bæði í floghavnini í Moskva ? hetta er áðrenn, hon er blivin upp á vegin ? og hann sigur við hana, at hon skal elska, meðan tíð er. Søgan er ikki burturvið, og hon vekir áhuga lesarans, men tann ovursniðfundigi bygnaðurin setur fyri ein part fót.
"Gráar hurðar" er sterk lýsing frá ellisheimi um likamligt og sálarligt forfall, har deyðin bæði er ein lætti og ein loysn. Men onkur av búfólkunum hava varðveitt styrki og skil upp í árini, og eitt av hesum leggur sjúkrasystrini eina við: "grát alt tað tú kanst, men flenn tað dupulta". Tað er tó einki tekin um, at hon megnar tað. "Tigandi vitni" er um eitt dulsmál frá barnaárum, sum er komið ímillum tvær vinkonur, og sum tær heldur ikki sum vaksnar megna at vinna á. Hvat ið loyndarmáli er, verður ikki hesum lesaranum greitt, hóast tú altíð kanst gita.
Søgusavnið endar við einum merkiliga ósamanhangandi ævintýri, har hugskotini peiggja í allar ættir, uttan at tey verða sett inn í ein samanhang. Minnir mest um, tá ið tú situr og finnir upp á eina søgu fyri børnum og als ikki ætlar tær, at hon skal setast á prent.
Endamálsloysi
Frásøgufólkið er í teimum flestu søgunum ein kvinna, og hon stendur ofta við eitt vindeyga ? vindeygu spæla í heila tikið ein fittan leiklut ? og lítir út. Tað innilæsta, sum eyðkennir teir flestu av persónunum í mun til ein ókonkretan útlongsul, verður sostatt avmyndað. Onkuntíð kemur tað mær fyri, at tað er ein farri av Ernest Hemingway í summum søgum. Í fleiri av hansara søgum hendir at kalla einki útvortis, meðan spenningar innaní verða lýstir gjøgnum at síggja til smáar hendingar. Søgurnar hjá Ernest Hemingway eru kortini væl strammari enn tær hjá Marjuni Kjelnæs. Hon er frægast, tá ið hon letur kenslurnar fara við persónunum (konsertin í tittulsøguni), heldur enn tá einhvør boðskapur partú skal fram ("Ísakur og Ísmael"). Tað eru fínar lýsingar og orðingar í søgunum, men "Lykilin" undantikin, so hava hinar ilt við at vekja stórvegis áhuga.
Á bakpermuni er endurgivin ein lítil stubbi úr grundgevingini hjá Grunni Thorvalds av Steinum at lata høvundinum gávugóðs, og hóast tær atfinningar, sum eg havi borið fram, so taki eg undir við hesum orðum: "Tað, sum Marjun Kjelnæs hevur skrivað, vísir, at hon hevur góðar møguleikar at mennast sum rithøvundur."