Grør um gangandi fót í Klaksvík

Undirsjóvartunnilin er eitt ár, og sum heild hendir eina rúgva í Klaksvík og virksemið er stórt á øllum økjum, sigur Rani Nolsøe, menningarstjóri hjá Klaksvíkar Kommunu. Hann setir eisini fram, at ta tíð ferjusamband var álitið, helt hetta talinum av ferðandi til Klaksvíkar niðri á 300 túsund árliga, meðan eini 600 túsund bilar hava koyrt ígjøgnum Norðyatunnilin fyrsta árið og møguliga er talan um eina millón av ferðafólki

Tað gongur væl í Klaksvík og menningarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Rani Nosløe, stendur ikki fastur, tá hann skal nevna okurt av tí jaliga, ið fer fram í kommununi.

- Til dømis er undirsjóvartunnilin, Norðoyatunnilin, eitt ár nú og eini 500 ella 600 túsund bilar hava koyrt ígjøgnum tunnilin. Miðaltalið er 1600 um samdøgri.

 

Ferjurnar eru ein fløskuhálsur

- Eg havi til stuttleika gjørt eina forvitnisliga útrokning, og eg pástandi, at ta tíð ferjurnar Dúgvan og Ternan sigldu, hildu tær talið av ferðandi, bilum, niðri á 300 túsund árliga, tí tær kláraðu at føra hetta tal um fjørðin, um tær spílaðu seg út, sigur Rani Nolsøe.

- Hinvegin hava eini 500 túsund ella 600 túsund bilar koyrt ígjøgnum Norðoyatunnilin hetta árið, hann hevur verið opin. Miðaltalið er 1600 bilar um samdøgri. Helst er talan um okkurt um eina millión ferðandi, tá vit hugsa um at bussar t.d. taka eini 30 fólk, sigur Rani.

- Onki er at ivast í, at ferjurnar halda talinum av ferðandi niðri, og hetta er eisini galdandi á øðrum leiðum, sum t.d. framvegis á suðuroyarleiðini, metir Rani, sum metir ferjurnar at vera ein fløskuháls.

Eitt ára dagin var ókeypis at koyra og fólk streymaði til Klaksvíkar.

- Talið økist einar 3 ella 4 ferðir, tá tað er ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin, sigur Rani Nolsøe, sum heldur, at hetta gevur orsøk at umhugsa gjaldið fyri at koyra ígjøgnum tunnilin.

- Handlar seldu ein dag tað sama, sum teir vanliga selja í einar 3 vikur, hendan dagin tað var ókeypis at koyra til Klaksvíkar, sigur Rani Nolsøe.

Hann fegnast um, at ein rúgva hendir á so mongum økjum; handlisliga, vinnuliga, ferðavinnuliga og mentanarliga.

 

Virksemi á mongum økjum

Rani Nolsøe fegnast um, at tað stendur ikki á at nevna ymiskt jaligt, ið fer fram í Klaksvík.

- Ja, hvat dregur í Klaksvík? Her er eitt gott handilsfelag og handlarnir eru dagførdir og fólk koma hendavegin at keypa inn, sigur Rani Nolsøe.

Klingrugarður er á veg og er nýggjur handilsmiðdepil og vit glaða okkum at fáa nýggjan miðbý, sigur Rani Nolsøe.

- Í Ánunum er nýggj, spennandi havn og fleiri hava lagt til merkis, at Norrøna fleiri ferðir hevur valt sær hesa havnina norðaliga í Føroyum sum vetrarhavn. Havnin er nevniliga góð og liggur væl fyri og har er veðurgott, sigur menningarstjórin í Klaksvík.

- Til ber annars eisni at nevna Virkishúsið, har nógv spennandi hendir og harafturat koma venjingarhøli til tónleikabólkar, ið eru gjørd til tað sama, tá Dávavirkið verður tikið í nýtslu sum venjingarhøli. Vit hava Íverksetarahúsið, har nógvar spennandi verkætlanir eru í gongd og nógv spennandi er longu komið undan kavi og farið í gongd, tí fólk síggja, at onnur trúgva uppá teirra hugskot. Og so er tað Miðlan, ið ger móttøkuna á kommununi meira opna og vísir, at ein í hvussu er ynskir at vísa opinleika og vónandi betrar hetta um samskiftið. Á mentanarøkinum ber eisni til at fegast um, at sjónleikurin hevur fingið egin hølir, sigur Rani Nolsøe,ið eisini kann fegnast um, at vanliga siðbundna vinnan, so sum skip og fiskavirkir, eisini gongur væl.

- Vilt tú vera har tað hendir, so hendir í hvussu er nakað í Klaksvík, staðfestir Rani Nolsøe, menningarstjóri hjá Klaksvíkar Kommunu.