Nú fáa føroyingar høvi at royna seg innan framleiðslu av grønmeti. Og tað við møguleika fyri fíggjarligum stuðli.
Í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2017 eru játtaðar 400.000 krónur til at stuðla verkætlanum og royndum við føroyskari grønmetisframleiðslu.
Tað skrivar Búnaðarstovan á heimasíðu síni í dag. Og tað er sami stovnur, sum umsitur játtanina .
Játtanin er liður í ætlanunum hjá landsstýrinum um ein nýggjan landbúnaðarpolitikk, har eitt av málunum er at økja um framleiðsluna av dygdargóðum føroyskum landbúnaðarvørum, harundir at framleiða grønmeti.










