Grønlendskur sorgarleikur

Oddagrein:

Søgan í útvarpinum hjá KVF í gjár um grønlendsku børnini, sum vórðu flutt til Danmarkar, er einki minni enn ein sorgarleikur. Eftir at Danmark í 1953 hevði innlimað Grønland í kongaríkið, vóru nógvar royndir gjørdar til tess at nútímansgera Grønland og á ymsan hátt at flyta hjálandið tøkniliga og samfelagsliga fram á sama støði sum sjálvt Danmark. Nógvar av hesum royndum vóru bæði margháttligar og illa umhugsaðar.

 

Ráðandi danir vóru upptiknir av grønlendska málinum og hildu, at hetta var ein forðing fyri tí tøkniligu menning, sum skuldi til, um Grønland skuldu kunna nútímansgerast. Teir mettu tað sum eina óvikiliga fortreyt, at grønlendingar lærdu danskt eins væl og danir, og tóku teir tí til mong løgin ráð til tess at røkka hesum máli.

 

Tey mest margháttligu ráðini vóru at flyta ein hóp av grønlendskum børnum til Danmarkar, har tey skuldu fáa danska uppaling, ogna sær danskt mál og danska mentan fyri sum vaksin at venda heimaftur og vera við til at byggja eitt nýtt nútímans Grønland. Tað er tíverri ymiskt, sum bendir á, at foreldrini at hesum mongu børnum ikki av fríum vilja lótu børnini frá sær. Børnini vórðu flutt til Danmarkar og latin til fosturs i donskum valaheimum, men nógv bendir á, at henda undarliga og etiskt sera ivasama roynd ikki var grønlendsku børnunum at gagni. Tey saknaðu, sum øll børn uttan mun til uppruna, foreldur og heimland, og mongum teirra gekst ikki væl í lívinum. Nøkur endaðu á donskum barnaheimum, og í mongum førum gingu ár, áðrenn nøkur teirra sóu foreldur og føðiland aftur og uppaftur onnur komu ongantíð aftur til foreldur og heimland.

 

Tað, sum hendi við hesum børnum, er enn ein dimmur blettur á donsku hjálandasøguni í Grønlandi. Henda søga er frammanundan alt annað enn tespilig. Heilt frá døgum Hans Egedes og fram til sekstiárini royndi dansk-norska hjálandaveldið at noyða europeiska mentan inn á upprunligu grønlendsku tjóðina, og gekk hesin politikkur fyrst og fremst út yvir grønlendska málið ella rættari sagt grønlendsku málini, tí har eru ikki minni enn tvey móðurmál - eitt fyri vestan og eitt fyri eystan.

 

Tað var ikki fyri enn grønlendska sjálvstýrisrørslan við Jonathan Motsfelt, Lars Emil Johansen og Moses Olsen á odda kom fyri seg, at vend kom í hesa skeivu gongd. Síðan hevur bert gingið framá, og tað fegnast øll um – ikki minst flestu danir, tíbetur.

 

Almenna Danmark skyldar burturfluttu donsku børnunum, teirra familjum og allari grønlendsku tjóðini eina treytaleysa umbering fyri hesa misgerð. Hartil er ikki órímligt, at børnini og familjurnar fáa fíggjarligt endurgjald fyri hetta, sum var teimum fyri. Um danska stjórnin ikki skjótast tekur sær um reiggj, eigur Norðuratlantsbókurin á Fólkatingi at reisa málið á røttum staði.