Grønlendska tjóðin ikki undir illgruna

- Grønlendska tjóðin er at rokna sum okkara vinir í Íslandi, og tit eru okkara brøður úr Grønlandi, sigur løgregluovastin og kanningarleiðarin, Grímur Grímsson.

Tað er ikki grønlendska tjóðin, sum er undir illgruna, nú málið um Birnu Brjánsdóttir hevur tikið seg upp, og tveir grønlendingar eru varðhaldsfongslaðir undir illgruna fyri manndráp.

 

Tað staðfestir løgregluovastin og kanningarleiðarin í málinum, Grímur Grímsson. Eisini hann harmast um tað kjak, sum hevur tikið seg upp í sosialu miðlunum um hetta mál.

 

Hann vísir á, at málið um Birnu Brjánsdóttir er eitt ítøkiligt mál, sum tveir grønlendskir fiskimenn eru vorðnir partur av, men tað merkir ikki, at grønlenska tjóðin er undir nøkrum illgruna.

 

- Grønlendska tjóðin er at rokna sum okkara vinir í Íslandi, og tit eru okkara brøður úr Grønlandi, sigur løgregluovastin og kanningarleiðarin, Grímur Grímsson við íslendska ríkisútvarpið.