Ferðavinna
Nuuk: Grønlendska ferðavinnan er í menning, og ymsu økini hava lagt seg eftir sínum serligu tilboðum, sigur Ander Vahl, ferðavinnustjóri í Nuuk.
Hóast tað er langt og dýrt at ferðast eitt nú úr Danmark til Grønlands, eru flestu ferðafólkini í Grønlandi danir, greiðir Anders Vahl frá.
Hann sigur, at árliga koma eini 5.000-6.000 ferðafólk til Nuuk. Av teimum metir hann, at eini 2.000 støkka inn á gólvið hjá ferðaskrivstovuni.
Sigast skal, at ferðskrivstovan í Nuuk liggur øgiliga illa fyri, tá hugsað verður um býin annars. Hon liggur so langt frá miðbýnum, sum tað slepst. Niðri í Kolonihavnini við sjálvan endan á vegnum. Einasta, sum er uttanfyri, er tann risastóri postkassin há jólamanninum. Og eisini hann er so mikið burturgoymdur, at leitast má eftir honum. Tann ferðandi, sum ikki hevur kort ella spyr seg øgiliga væl fyri, kann væl fáa trupulleikar við at finna bæði postkassan og ferðaskrivstovuna.
Anders Vahl, ferðavinnustjóri í Nuuk, sigur, at tað eru ikki »vanlig« ferðafólk, sum so, sum koma til Nuuk. Tey, sum vitja høvuðsstaðin, eru í stóran mun fólk, sum koma til ráðstevnur, handilsferðir og í ávísan mun eisini fólk, sum koma at vitja familju og kenningar.
Hinvegin fara flestu »vanligu« ferðafólkini út á bygdirnar, sigur hann. Og tilboðini eru eisini rættiliga ymisk í Nukk og aðrastaðni í Grønlandi, sigur ferðavinnustjórin í Nuuk.
Eitt nú fara flestu bólkarnir til Suðurgrønlands, sigur Anders Vahl. Har eru tað útferðirnar, sum fólk vilja royna. Bátstúrarnir eru sjálvandi eisini at fáa í Nuuk, men eitt nú tað, tey í Grølandi nevna »Heliskiing« er ikki so lætt at skipa fyri í Nuuk.
Talan er um túr, har flogið verður í tyrlu niðan á innlandsísin, og síðan staðið á skíð omanaftur. Innlandsísurin er ov langt burtur frá Nuuk til, at tað kann loysa seg at skipa fyri slíkum túrum. Tað verður stutt sagt ov dýrt í flúgving, sigur Anders Vahl.
Men sjálvandi verða eisini útferðir gjørdar úr Nuuk, sigur ferðavinnustjórin. Og eitt, sum nógv ferðafólk, ið koma til Nukk um summarið, vilja síggja, eru allar kúlubøkurnar, sum halda til til her á leiðini, sigur hann.
Um mánaðarskiftið juni-juli koma kúlubøkurnar í stórum tali og eru at síggja at kalla um alt havið her á Nuukleiðini, sigur ferðavinnustjórin.
Men eisini vanligir siglitúrar verða gjørdir í Godthåbsfjørðinum og har á leiðini. Her er vanliga talan um stuttar túrar, sigur Anders Vahl og leggur aftrat, at tá tosað verður um stuttar túrar í Grønlandi, plaga tey at meina við ein dagstúr.
Ferðavinnuskrivstovan í Nuuk, Nuuk Tourism, varð stovnað í 1995 sum partafelag og loysti tá kommunalu ferðavinnuskrivstovuna av.
Anders Vahl er stjóri í felagnum, sum umframt hann sjálvan hevur tvey starvsfólk í føstum starvi. Um summarið plagar eitt eyka starvsfólk at vera á skrivstovuni, sigur Anders Vahl. Haraftrat koma fleiri tímalønt so sum feðrleiðarar.