Ein grønlendsk serøl, bryggjað við donskum nálatrøum og kálkfríum grønlendskum jøkulsvatni er so áhugaverd millum uppboðssølukeyparar, at ølin nú er komin upp á 5000 krónur.
Metingin var annars, at ølin kanska fór at koma upp á einar 3000 krónur.
Nýggjastu metingarnar siga nú, at ølin saktans kann gerast dýrari enn tær 5.000 krónurnar, tí uppboðssølan heldur fram til 20. februar.
Talan er um fyrstu fløskuna við navninum "Tannenbaum” av einari framleiðslu á tilsamans 1800 fløskur og umrødda fløska, sum tekur 75 sentilitrar, hevur eitt alkoholprosent á 5,09.
Ølin byggir á eina uppskrift, sum er ment í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, og í hesi uppskrift eru eisini granntrø.
Nøkur útvald granntrø eru flutt við skipi úr Danmark til Grønlands, har tey eru mjølvaði og brúkt í bryggingini av serstøku grønlendsku ølini, sum uppboðssølukeyparar nú vilja gjalda so nógv fyri.
- Tað er eitt sindur stuttligt, at ein av heimsins dýrastu ølum kemur úr Grønlandi, sigur bryggjarístjórin, Nicolai Nissen, við www.sermitsiaq.ag
Hann vísir á, at tað er trupult at siga nakað neyvt um, hvør øl er heimsins dýrasta, tí ofta eru ølir, bjargaðar úr skipsvrakum, ógvuliga dýrar.
- Men, vit eru heilt í oddinum yvir heimsins dýrastu nýframleiddu øl, soleiðis sum tað sær út nú, og uppboðssølan er slett ikki liðug enn, leggur bryggjarístjórin aftrat.
Lesarar við áhuga kunnu fylgja uppboðssøluni á lauritz.com