Eins og føroyingar í hesum døgum eru í ferð við at bora á landgrunninum, so hendir júst tað sama hjá stóra granna okkara fyri norðan, Grønlandi. Og ikki kann sigast annað enn, at spenningur er í luftini í báðum londum. Í ólavsøkurøðu síni segði løgmaður, at hann er sera spentur um boringina, sum er í gongd. Nakað tað sama sigur grønlendski landsstýrisformaðurin við Ritzau, nú oljuborurin fer niður gjøgnum grønlendsku undirgrundina nærhendis oynni Disko vestantil í Grønlandi.
Áhugavert er at merkja sær, at meðan brunnurin á føroyska landgrunninum er tann sjeyndi, so eru grønlendingar eitt vet frammanfyri, um man so kann siga, teir bora tann áttanda brunnin. Og meðan tað eru italiumenn, ENI, sum standa á odda fyri boringini í Føroyum, so eru tað skotar, Cairn Energy, sum hava fingið hesa uppgávu frá grønlendska heimastýrinum.
Eins og røddir við jøvnum millumbili hava verið frammi í Føroyum, at tað verður oljan, sum ger tað møguligt hjá føroyingum at taka sjálvstýri og gera oyggjarnar til eitt fullveldi, so kemur grønlendski landsstýrisformaðurin ‘ inn á nakað tað sama í grein í danska dagblaðnum Information: »Vit skulu halda okkara avtalu við Danmark um at menna grønlendska búskapin, so hann kann standa á egnum beinum.« Kuupik Kleist sigur víðari, at Grønland er ikki nakað ríkt samfelag. Um man ferðast í landinum, so kann ein skjótt síggja, at tørvur er á íløgum á bæði á heilsu- og sosialøkinum. Og tað er nokk at brúka oljupengarnar til, um olja verður funnin í hesum áttanda brunninum leggur hann aftrat.
Trygdin í hásæti
Grønlendski landsstýrisformaðurin ger nógv burtur úr trygdini í sambandi við boringina, og sigur, at ólukkan í Meksikanska Flógvanum hevur havt stóra ávirkan í Grønlandi soleiðis at trygdarkrøvini til núverandi boring eru tey hægstu í heiminum. Grønland hevur fyrst og fremst hugt eftir norsku krøvunum og síðani bygt víðari uppá hesi. Eitt nú hevur landsstýrið kravt, at ein triði instansur fylgir boringini og tryggjar sær, at alt gongur fyri seg, sum tað skal. Her er talan um kanadiskar ráðgevar. »Trygdin í sambandi við boringina er tí í lagi«, leggur landsstýrisformaður dent á.
Grønlendski landsstýrisformaðurin kemur eisini inn á spurningin, hvussu oljupengarnir skulu handfarast eftir eitt møguligt fund. Hann sigur, at tað hevur alstóran týdning, at yvirskotið frá oljuni verður javnt býtt millum alt fólkið. »Yvirskotið og royalties fara í ein grunn, sum so hevur fastar ásetttar reglur um, hvussu gjaldast skal út eitt nú til almenna raksturin. Her er altavgerandi, at man megnar at stýra útviklinginum soleiðis, at man ikki pumpar milliardir av oljukrónum út í samfelagið, soleiðis at man heilt missir tamarhaldið.«