Grønlendingar skulu ikki spæla sjálvsstøðugir

Danski Fólkaflokkurin er skelkaður av, at grønlendska landsstýrið er farið undir at orða eina grønlendska stýrisskipan og vil hava forsætisráðharran at leggja uppí Í Grønlandi hevur landsstýrið gjørt av, at Grønland skal hava sína egnu stýrisskipan, men Danski Fólkaflokkurin heldur tað vera púra burturvið, at landsstýrið ikki hevur tosað við donsku myndugleikarnar fyrst.

-Heimastýrið ger, sum var Grønland eitt sjálvsstøðugt ríki, og vit mugu fáa at vita, um hetta er í stríð við ta donsku grundlógina, sigur Søren Espersen, sum er framsøgumaður hjá Danska Fólkaflokkinum í grønlendskum viðurskiftum.

-Tað er í hvussu er eitt sera skelkandi stig, sum grønlendski landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, hevur tikið, júst sum vit eru í trupulum samráðingum um grønlendskt sjálvsstýri, sigur Søren Espersen í einum tíðindaskrivi. Sjálvur heldur hann, at stigið hjá landsstýrinum fer at gera samráðingarnar um grønlendskt sjálvsstýri truplari, enn tær longu eru.

-Vit hava nú fingið staðfest, at tað grønlendska landsstýrið fyrireikar loysing frá danska ríkinum, og tað má forsætisráðharrin taka upp til viðgerðar, sigur framsøgumaðurin hjá Danska Fólkaflokkinum.