Grønlendingar nýggja vallóg

Grønlendska landstingið hevur ætlanir um at broyta vallógina, soleiðis at valdømini verða færri í tali

Sambært grønlendska tíðindablaðnum Sermitsiak, so ynskir meirilutin av grønlendska landstinginum at broyta vallógina soleiðis, at tað einans vera trý valdømir í Grønlandi. Ætlanin er, at Avanersuaq og Illoqqortormiut skulu vera sjálvstøðug valdømir, meðan restin av landinum skal vera eitt valdømi.

Jonatan Motzfeldt segði í framløgu sínari av uppskotinum, at ætlanin við uppskotinum er at fáa politikkararnar at grundgeva út frá landspolitiskum sjónarmiðum. Hetta ynskir hann av teirri orsøk, at tingmenn alt ov ofta lata lokal sjónarmið koma ov nógv til sjóndar í arbeiði teirra.


Uppskotið hjá landstýrinum

Uppskotið hjá grønlendska landstýrinum sigur, at Upernavik, Avanersuaq, Illoqqortoormiut og Ammasalik verða verandi sjálvstøðug valdømir. Hesum uppskoti taka tríggir av teimum grønlendsku flokkunum ikki undir við. Inuit Atagatigiit, Atasut og Kandidatforbundet ynskja at fáa valdømini Upernavik og Ammasalik við í tað stóra valdømið.

Grønlendska landstýrið stendur tó ikki so fast við sítt uppsot, at tað ikki er sinnað at samráðast við hinar flokkarnar um teirra uppskot. Landstýrið hevur nevniliga sagt, at tað er sinnað at takað uppskotið, um at fáa Ammasalik og Upernavik við í stóra valdømið, til viðgerðar.


Møguliga eitt jólaval

Uppskotið um broyting av grønlendsku vallógini verður nú viðgjørt í grønlendsku rættarnevndini, áðrenn tað fer til aðru viðgerð í landstinginum.

Verður uppskotið samtykt, so kemur nýggja grønlendska vallógin helst í gildi 1. desembur, og grønlendingar úthýsa ikki møguleikanum fyri, at teir fáa eitt jóla-val í ár.