Nógvastaðni hevði tað verið eitt sera høgt tal, men í Grønlandi er tað prógv um, at grønlendingar eru farnir at leggja av at roykja. Í 1993 royktu 78 prosent av grønlendingum, men síðani er talið støðugt fallið, og nú er tað so komið niður á 66 prosent. Fleiri átøk eru gjørd fyri at fáa grønlendingar at leggja av at roykja, og tey hava eftir øllum at døma havt ávirkan.