Grønlendingar í Danmark kenna seg diskrimineraðar

Grønlendingar í Danmark kenna seg diskrimineraðar

Fordómar, mentanarligar misskiljingar og misjøvn viðferð eru nakrir av trupulleikunum, sum grønlendingar, sum búgva í Danmark, hava at dragsst við í gerandisdegnum

Í síðsta mánað var ein norðurlendskur fundur í Oslo um javnstøðu, og har skuldi javnstøðunevndin í Grønlandi koma við einum uppleggi til eitt kjak um, at grønlendingar verða diskrimineraðir, tá teir koma í samband við teir sosialu myndugleikarnar í Danmark. Í hesum sambandi varð skipað fyri einum fundi í grønlendingahúsinum í Keypmannahavn, har fólk kundu geva javnstøðunevndini hugskot.

-Á fundinum fingu vit váttan fyri, at grønlendingar, sum búgva í Danmark, verða diskrimineraðir, og at hetta er serliga galdandi fyri sosialt veikar grønlendingar, sum koma til Danmarkar, og sum ikki vita, hvørji rættindi teir hava. Tey flestu siga, at tey verða ikki kunnað um síni rættindi, so tey hvørva í tí danska samfelagnum, sigur Inge Olsvig Brandt, sum er aðalskrivari hjá grønlendsku javnstøðunevndini, við KNR.


Í Det Grønlandske Hus í Keypmannahavn siga tey, at grønlendingar, sum búgva í Danmark, hava størri trupulleikar enn onnur við at fáa arbeiði. Málsligir trupulleikar eru ein forðing, men ikki bara tað.

-Vit hoyra eisini, at tað kunnu vera fordómar ímóti grønlendingum, sum gera, at tað er trupult at fáa arbeiði, tí teir líkjast ikki meginpartinum av fólkinum, sigur Inge Olsvig Brandt.

Undir valstríðnum upp undir fólkatingsvalið í Grønlandi í morgin hava umstøðurnar hjá grønlendingum í Danmark verið til umrøðu. Okkurt valevni hevur funnist at teimum donsku kommununum, tí tær vita ikki nóg mikið um grønlendska mentan og samleika.