24. august
Í dag er stilli. Polar Natoralik kom inn til Nuuk at landa í morgun, og Natarnaq kom inn higar at landa í morgun. Har er alt fult hjá teimun.
25. august
Steffen C kom inn til Nuuk at landa í morgun, har er alt fult hjá teimun. Qaqqatsiaq er inni í Aasiaat og landar.
26. august
Polar Amaroq er inni í Aasiaat og landar í dag.
27. august
Ocean Tiger kom inn at landa í morgun við fullari last, og Markus kom inn til Nuuk at landa í morgun.
31. august
Fyrst skal eg siga, at tann fyrsti kavin er komin. Longu leygarkvøldið vóru allir fjallatindar langt oman hvitir, so heystið er longu byrjað her. Akamalik kom inn í morgun at landa sekkjarækjur til rækjuvirkið her. Teir skuldu leggja so nógv upp sum gjørligt til kl 17. So skuldi loysast at halda fram við fiskarínum til 3. september, tá teir skulla skifta fólk og landa.
Regina C kom eisini inn seinnapartin at leggja gott 150 tons av sekkjarækjum upp her. So skjótt, sum tað var uppkomið, loystu teir. Teir skulla vera í Nuuk 7. september at landa og skifta fólk. Polar Qaasiut kom inn at landa í morgun. Har var nærum alt fult hjá teimum. Polar Nanoq er í Aasiaat og landar svartkalva. Teir hava um fulla last inni, 600 tons. Krabbabátarnir lata væl at enn. Teir sum fiska laks eru í betri lagi. Teir eru byrjaðir at fáa laks nú, og støddin er eitt sindur betri enn í fjør siga teir.
3. september
Akamalik kom inn at landa í morgun og skifta fólk. Teir hava um fulla last inni.
7. september
Sisimiut er komin inn at landa og skifta fólk. Teir hava gott 560 tons inni, og teir hava eisini verið inni og millumlanda 200 tons herfyri.
Krabbabáturin Nattoralik, har føroyingar eru á brúnni og maskinuni, er inni í Pamiut og landar. Teir hava 23 tons av livandi krabbun, prísurin er um 13 kr kilo. Regina C er inni í Nuuk og landar. Har var alt fult hjá teimun. Qaqqatsiaq er inni í Aasiat og landar.
Manu kom inn at landa og skifta folk, teir hava knapt 500 tons inni. Hetta hevur verið ein óførur túrur hjá Manu. Hann er ein gamal norskur trolari, sum æt Koralen áður. Hann er knappar 57 metrar langur, 14 metur breiður, og hann hevur dupult fabriksdekk.
8. september
Landingin gongur onki serligt hjá Manu. Teir hava síðuportur. Har er eitt lítið problem við flóð og fjøru. Munurin er um 4,60-4,80m, so av og á røkkur platturin ikki inn á kaiuna á fjøru.
9. september
Nataarnaq er í Aasiat og landar. Sum skilst so gongur tað bedrøviligt at fáa rækjunar upp úr lastini. Manningin má sjálv landa eisini, so teir kunna sleppa út aftur.
Ocean Tiger kom inn at landa longu í dag, men teir byrja ikki at landa fyrr enn í morgin. Teir hava um 350 tons inni. Tveir av manningini fóru á flot við M(and)o(ver)b(bord)bátinum. Tað fyrsta, sum kom á borðið hjá teimun, var eitt spjaldur, sum tað verður sagt um eina kalvaspraggu. So fingu teir 11 kurvar av toski, tveir mans. Fiskur trýtur ikki. Teir hava funnið sær eitt míð uttan fyri flúgvuplássið, og teir brúka snøri, sum fyrr í tíðini. Agnið verður hildið dult. Tað kemur frá kokkinum. At koyra blankan húk út nyttar einki, fiskurin hyggur ikki eftir húkinum.
Teir hava fingið fiskiloyvi í Kanada, og ein gløggur maður er komin at sýna skipið. Har skal reinsast í lastini. Øll bond skulu takast upp úr fabrikkuni upp á dekkið at spulast. So at mála tað, sum málast skuldi, har vóru allar hendur í sving.
10. september
Í dag er væl av vindi av suðri. Hann hevur lovað uppí 26 metrar av S við regni. Teir góvust við at landa Manu í dag. Tað rullaði nakað illani, so har var onki serligt at brúka elevatorin.
Polar Qqasiut kom inn til Nuuk at landa í morgun .
11. september
Í dag er oysregn og væl av vindi av suðri. Ocean Tiger var liðugur at lossa kl 2 í nátt, og kl 3 byrjaðu teir uppá Manu. Men har gekk striltið, 10-12 min. um at fáa ein platt upp. Skiparin var við at missa tolið og gjørdi av, at teir sigldu kl 2100 í kvøld, uttan mun til, hvussu nógv var eftur í lastini. Sum sagt so gjørt .