Hotel Ilulissat, sum hevur 78 kømur, matstovu og sjey fundar-og ráðstevnuhøli, letur upp hin 15. juni í ár. Tað upplýsir umsitingarstjórin á hotellinum, Karl Sandgreen, yvirfyri Sermitsiaq.
Hin 7. mars í ár kom eldur í ovasta partin av bygninginum, men hóast eldurin sá ógvusligur út, fekk bygningurin ikki stórvegis skaða.
- Fyri eldin høvdu vit roknað við, at hotellið skuldi lata upp hin 11. juni, so her er ikki talan um stórvegis seinking, einans fýra dagar.
Stjórin vísir á, at bygningurin er bygdur úr tilfari av høgari góðsku, og hann fegnast um, at dagurin, tá hotellið letur upp, nú er ásettur.
- Vit hava tikið tað róligt við eldinum, sum rakti, og vit stongdu ongantíð fyri bókingum. Hotellið fer at fáa stóra ávirkan á lokala samfelagið.
Karl Sandgreen sigur við Sermitsiaq, at hotellið fer at leggja dent á at hava lokala arbeiðsmegi, eini 25 til 30 fólk tilsamans, og nú gleða eigararnir seg til upplatingina.
Borgarar í Ilulissat fáa høvi at síggja nýggja hotellið í døgunum, 18., 19. og 20. juni. Á hotellinum verður framkomin tøkni, eisini í fundar-og ráðstevnuhølunum.
Tað eru lokalu vinnulívsmenninir, Frank og Tommy Bagger, sum saman við stjóranum í Polar Seafood, Jens Salling, standa aftan fyri verkætlanina.











