Rætturin í Nuuk í Grønlandi viðger alt fleiri mál um ærumeiðing. Í fjør vóru 13 slík mál fyri í rættinum, og fyrstu málini í ár eru longu meldað.
Sermitsiaq skrivar, at tað er økta brúkið av sosialum miðlum, sum hevur við sær økta talið á málum um ærumeiðing.
– Tað plagdi at vera sjáldan, at slík mál vóru fyri í rættinum, men nú síggja vit oftari og oftari mál um ærumeiðing, sum koma av útsagnum á Facebook, har tað eru prógv fyri útsagnunum, sigur Virna Kromann, dómari, við Sermitsiaq.
– Ærumeiðing, sum fer fram í talu á gøtuni, er trupul at prógva, men vit rokna eisini við, at tað fara at koma fleiri av teimum málunum, sigur hon.