Teir báðir stóru flokkarnir í undanfarna valskeiði, Inuit Ataqatigiit og Siumut, fingu ein ordans lúsing í grønlendska valinum í gjár. Báðir flokarnir missa yvir sjey prosent av atkvøðunum, meðan Demokraterne er stóri sigursharrin á valinum og kunna fegnast um eina framgongd á yvir sjey prosent.
Stjórnarflokkurin Siumut gjørdist kortini størsti flokkur við 7.959 atkvøðum, ið er 27,2 prosent av samlaðu atkvøðunum. Tað er ein afturgongd á 7,1 prosentstig frá seinasta vali, tá flokkurin fekk 34,3 prosent. Flokkurin fær størsta tingmannatalið við níggju umboðum.
Inuit Ataqatigiit, ið var mett at kunna gerast størsti flokkur á valinum, hevði eina uppaftur størri afturgongd við 7,6 prosentstigum frá seinasta vali. Flokkurin fekk í valinum í gjárkvøldið 25,5 prosent av atkvøðunum, ið gevur átta umboð.
Stóri sigursharrin í grønlendska valinum er Demokraterne. Flokkurin sum fekk 11,8 prosent av atkvøðunum á valinum fyri fýra árum síðan, kundi í gjárkvøldið fegnast um eitt valúrslit á 19,5 prosent. Tað er ein framgongd á 7,7 prosentum. Tað er nokk til seks umboð í Inatsisartut.
Fjórðistørsti flokkur á valinum í gjár gjørdist flokkurin hjá Hans Enoksen Partii Naleraq, ið fekk 13,4 prosent av atkvøðunum, ið er ein framgongd á 1,8 prosent. Flokkurin fær fýra umboð í Inatsisartut.
Atassut fekk 5,9 prosent av atkvøðunum og tvey umboð, Samarbejdspartiet fekk 4,1 prosent og eitt umboð og Nunatta Qitornai fekk 3,4 prosent, ið júst var nokk til eitt umboð.