Grønland: Sleppa at skjóta fleiri ísbjarnir

Fyri fyrstu ferð í nógv ár verður kvotan á ísbjarnum í Grønlandi hækkað





Veiðimenn í Grønlandi sleppa næsta ár at skjóta fleiri ísbjarnir, enn teir hava gjørt undanfarin ár. Kanningar hava víst, at tað eru fleiri ísbjarnir, enn hildið hevur verið, og tí verður kvotan hækkað.

Tað skrivar Ritzau.

Tað er serliga í norðara og vestara parti av Grønlandi, at nógvu ísbjarnirnar eru, og í 2018 verður loyvt at skjóta 156 ísbjarnir.

– Vit hava talt stovnin og komin til niðurstøðan, at tað ber til at hækka kvotuna, sigur Fernando Ugarte, sum er deilarleiðari í grønlendska landsstýrinum, við Ritzau.

Hann roknar við, at kvotan verður tann sama komandi árini.