Høvdu tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini, Lars-Emil Johansen úr Siumut og Sofia Rossen úr IA, átt tað avgerandi orðið, hevði grønlendska umboðanin í Fólkatinginum verið avtikin.
Lars-Emil Johansen sigur við grønlendska blaðið AG, at grønlendingar og danir eiga at gera eina nýggja samstarvsskipan, sum avtekur ta grønlendsku fólkatingsumboðanina. Tað er sambært Lars-Emil Johansen ein náttúrlig avleiðing av, at Grønland hevur fingið sjálvstýrið.
Sofia Rossen heldur harafturímóti, at fólkatingsumboðanin skal ikki avtakast, fyrr enn grønlendingar hava yvirtikið øll málsøkini.