Grønland skal ikki hava egnar pengaseðlar

Í Grønlandi hevur landsstýrið slept einari ætlan um at prenta grønlendskar pengaseðlar ístaðin fyri teir donsku. Palle Christiansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur við KNR, at samfelagið hevur aðrar og týdningarmeiri uppgávur at brúka pengar til enn at skifta pengaseðlar.

Fyrrverandi landsstýrisformaðurin Hans Enoksen og fyrrverandi forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen gjørdu annars eina avtalu um, at Grønland kundi fáa egnar pengaseðlar við sama virði sum tann danska krónan.

Men tað verður nú av ongum, sigur KNR.