Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, hevur einki ímóti at kanna treytirnar fyri grønlendskum limaskapi í ES, soleiðis sum Demokratarnir hava skotið upp. Men landsstýrisformaðurin ger kortini púra greitt, at Grønland fer ikki upp í ES aftur.
Kuupik Kleist vísir á, at undir valstríðnum fyrr í ár segði hann, at hann var til reiðar at kanna, um fyrimunir kundu vera við ES-limaskapi. Men tað merkir ikki, at vit eru fyri limaskapi, sigur Kuupik Kleist við KNR.
Í áttatiárunum gekk flokkurin hjá Kleist, Inuit Ataqatigiit, á odda í stríðnum at fáa Grønland úr EF. Tað hendi í 1985.