Grønland ornar

Veksandi hitin á Jørðini er av álvara farin at gera vart við seg í Grønlandi. Ísurin minkar skjótari enn fyrr, men tað er ikki bara óheppið. Bóndin Ferdinand Egede sigur við týska blaðið Der Spiegel, at tann veksandi hitin kemur grønlendska landbúnaðinum væl við. Í dag kann bóndin seta nógv fleiri eplir niður enn fyrr, tí altsamt størri lendi kann brúkast sum landbúnaðarjørð. Myndugleikarnir í Nuuk duga eisini at síggja fyrimunir við broytingunum, og teir ætla tí at leggja munandi størri dent á neytahald. Í tí sambandi eru ætlanir um at byggja eitt stórt mjólkarvirki, skrivar Der Spiegel.