Grønland og Russland gjørt fiskirættindasáttmála

Grønland og Russland hava gjørt sáttmála um fiskiveirðirættindini næsta ár.

Eftir sáttmálanum fáa grønlendingar 5.900 tons av toski í tí russiska partinum av Barentshavinum, og tað er 600 tons meiri enn í ár. Harafturímóti minkar hýsukvotan 970 tons, so næsta ár sleppa grønlendingar at fiska 530 tons av hýsu eystanfyri.

Afturfyri sleppa russar at fiska 1.100 tons av kongafiski í grønlendskum sjógvi næsta ár ímóti 1.200 tonsum í ár. Russiska svartkalvakvotan er tann sama sum í ár, 1.375 tons undir Eysturgrønlandi og 1.775 tons undir Vesturgrønlandi.