Hóast ymisk til støddar, so líkjast Grønland og Føroyar í mangar mátar. Fólkatalið er nærum tað sama, og fiskur er framvegis høvuðsvinnan. Bæði londini royna at menna ferðavinnuna.
Tá ræður um nýggjar vinnur í framtíðini, so eru londini eisini sera meinlík. Í báðum londum verður leitað eftir kolvetnum í undirgrundini.
Í Føroyum eru boraðir sjey brunnar, í Grønlandi átta, og kolvetni eru staðfest í bæðum londum. Í hesum árinum verða brunnar boraðir bæði í Føroyum og Grønlandi.
Tískil er møguleiki fyri, at báðar tjóðirnar gerast oljulond í hesum árinum, t.v.s. finna keldur við rakstrarverdugum nøgdum av olju ella gassi.
Tað kunnu eisini ganga mong ár aftrat, áðrenn nakað verður funnið.
Og loksins kann eisini henda, at als einki verður funnið.
Varni
Kortini eru útlitini góð og meta jarðfrøðingar, at olja og gass eru bæði í føroysku og grønlendsku undirgrundini.
Hyggja vit eftir gongdini í grannalondunum, so vórðu nógvir brunnar boraðir, áðrenn rakt varð við.
Grønlendingar eru sum heild jaligir mótvegis eini framtíðar oljuvinnu. Hinvegin eru teir sera varnir og tosa um at halda høvdið kalt og hava ís í búkinum.
Grønlendski landshøvdingin, Kuupik Kleist er skilagóður og leypir ikki framav, tá hann umrøður eina møguliga framtíðar oljuvinnu.
Hann sigur, at Grønland skal taka tað besta frá royndunum hjá øðrum oljutjóðum, og leggur hann alstóran dent á spurningin um at varðveita eitt reint umhvørvi – eisini eftir at oljan er funnin.
Jaligt
Oljuleiting byrjaði í Grønlandi fyri skjótt 40 árum síðani.
Ikki fyrr enn í fjør var verulig ferð sett á leitingina, tá fleiri nýggj leitiloyvi vórðu latin útlendskum oljufeløgum. Meðan undangongufelagið í Føroyum er norskt, so eru tað skotar, sum ganga fremstir, tá tað um grønlendsku oljuna ræður.
Cairn Energy hevur tikið dyk á seg og boraði í fjør 2-3 brunnar og staðfesti tá eisini, at tað hevði rakt við bæði olju og gass, tó ikki í stórum nøgdum.
Men so jaligt sær út, at felagið í ár fer at bora ikki færri enn fýra brunnar.
Framtíðin
Tá Sosialurin vitjaði í Grønlandi í fjør fór nýggjasta útbjóðingin av bakkastokki.
Kenslan var, at Grønland eigur stórar nøgdir av olju og gassi í undirgrundini. Hóast vanligi grønlendingurin ikki ger sær so nógvar tankar um eina veruliga oljuframtíð, so verður oljuleitingin høgt raðfest í politisku skipanini, tó at tað alla tíðina verður lagdur dentur á at hava bæði beinini trygt á jørðini.
Grønlendingar ætla sær ikki bara at satsa uppá oljuna sum framtíðar vinnugrein. Eisini alskyns virðismikil mineralir finnast í grønlendsku fjøllunum, og troytan av hesum er eisini partur av framtíðar vinnupolitikkinum. Og síðani er tað ferðavinnan, sum Grønland eisini raðfestur høgt.
Samanumtikið tykist Grønland at ganga eini jaligari framtíð á møti, tá tað ræður um at menna vinnulívið.
Tó at tað eisini eru bogar og sker, eitt nú er mangul uppá útbúgvin fólk og tørvur er á at útbyggja undirstøðukervið.
Grønland gongur eini spennandi framtíð á møti við bæði avbjóðingum og møguleikum. Oljan er bara ein partur av hesum.
SPENTUR
Grønlendski oljumálaráðharrin, Karl Ove Berthelsen er spentur uppá eina oljuframtíð og vónar hann, at eisini føroyingar fara at finna olju.
Mynd: Jan Müller