Ingi Olsen hevði sett grønlendska liðið hjá sær væl upp til fyrsta dystin í Panamerikanska meistaraskapinum, ið var leiktur í nátt.
Tað sást skjótt at grønlendingar vóru betri fyri enn kolombiumenn, og tað var ongantíð veruligur ivi um, at sigurin fór at vera grønlendskur. Endin var at Grønland vann dystin 35-24 eftir hálvleiksstøðuna 18-11.
Ingi Olsen var eftir dystin væl nøgdur við heildina, og metti lið sítt at hava spælt ein góðan dyst eftir eina treka byrjan.
Í seinna hálvleiki øktist munurin í hvørjum, og venjarin fekk høvi at skifta nógv út, og fekk sett allar leikararnar á vøllin.
-Tað var gott at kunna spara leikararnar, tí hetta verður ein long kapping, staðfestir føroyski venjarin hjá Grønlandi, ið eisini var sera væl nøgdur við karmarnar um fyrsta dystin.
- Høllin var stúgvandi full av fólki, og fyri grønlendsku leikararnar var tað ein serlig uppliving, at kunna spæla á heimavølli - tað er bestemt ikki oftani at tað ber til, greiðir Ingi Olsen frá.
Í kvøld, 17. juni klokkan 23.00 spælir Grønland móti Paraguay, og her er Grønland aftur greiður favorittur
Til ber at fylgja dystinum beinleiðis á knr.gl