Tann 1. januar í nýggja árinum situr løgreglumaðurin Kristian Dahl aftur í sínum sessi á politistøðini í Havn. Men hann er ríkari og glaðari enn seinast hann var til arbeiðis har. Tá hevur hann nevniliga í skjótt eitt ár verið til arbeiðis í einum heilt øðrum landi við aðrari mentan og siðum - í Grønlandi. Kristian er sera takksamur fyri tíðina í Grønlandi saman við familjuni. Sosialurin hitti hann ein myrkan og kalligan desembermorgun á politistøðini í Nuuk, har hann var til arbeiðis saman við sínum grønlendsku og donsku starvsbrøðrum.
Kristian var fyrstu ferð í Grønlandi í 1998, tá hann søkti eitt summarvikarstarv í Nuuk og endaði við at vera har í fýra mánaðir. Honum dámdi so mikið væl, at hann hevði eitt ynski um at sleppa yvir aftur. Og tað høvi kom so, tá konan fekk eitt starv í býnum, og Kristiani stóð í boði at arbeiða á løgreglustøðini í eina tíð. Hann tók av, og tað iðrar hann seg avgjørt ikki um. Tvørturímóti kennir hann tað sum at liva mitt í verðini at vera partur av politistaliðnum í einum av heimsins norðasta býum.
Nú hann er við at gera klárt til at pakka saman og fara heimaftur til Føroya hevur hann tey góðu ráð til sínar starvsbrøður og -systrar í Føroyum: at gera sum hann og fara til Grønlands at arbeiða í eina tíð. Tað heldur hann kunna vera eina stóra avbjóðing og broyting. Hann dylur ikki fyri, at tað er rættiliga stórur munur á at arbeiða í Nuuk enn í Havn. Her í Grønlandi er nógvur harðskapur. Her er nógv rukkulív og húsaófriður og nógvar harðskapssakir í mun til í Føroyum.
-Tað er altíð keðiligt, tá tað er nógvur harðskapur, men tað er so ein stór avbjóðing at arbeiða her í mun til í Havn, har arbeiðið er rættiliga nógv øðrvísi.
Harðskapur
Vit spurdu Kristian, hvør orsøkin er til, at tað er so nógvur harðskapur í Grønlandi?
-Tað er spurningurin, sum so mong seta sær. Eitt av svarunum er nógva rúsdrekkanýtslan. Tað eru nógvar aðrar teoriir, og ein er, at tað so eisini má hava nakað við sinnalagið hjá fólki at gera. Eg kenni so ikki endaliga svarið.
Tað eru í meðal eini 10 dráp í Grønlandi um árið. Hesa tíðina Kristian hevur verið í Nuuk hava tað verið trý morð. Tað er tíverri við at gerast ein partur av gerandisdegnum.
Kristian kennir eisini á egnum kroppi, at út við 100% av teimum uppgávum teir eru úti til, har harðskapur og húsaófríður eru uppií, har stavar tað frá rúsdrekkanýtslu. Tíverri.
Hann greiðir frá, at tað verður roynt at upplýsa um vandarnar og avleiðingarnar av at misbrúka rúsdrekka og eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði verður m.a. gjørt í skúlunum. Fyri at avmarka og minka um nýtsluna av rúsdrekka eru prísirnir hækkaðir nógv, og í ávísum bygdum er rúsdrekkaforboð ávísa tíð.
Í Føroyum er nógv av rukkulívinum miðsavnað í Havn, meðan tað í Grønlandi er um alt landið. Í nógvum av smærri bygdunum gongur tað oftani sera harðliga fyri seg.
Hóast tey á løgreglustøðini hava úr at gera í sambandi við tann nógva húsaófriðin og harðskapin, so vísir Kristian á, at tað er umráðandi ikki at generalisera og skera alt yvir ein kamb, tí tað eru sera nógv vælvirkandi fólk í Grønlandi. Man hevur lyndi til at fokusera uppá tey ringastu. Hann viðgongur tó, tað kortini er talan um ein lutvíst stóran part av fólkinum, sum er í harðskapsumhvørvinum.
Arbeiðsdagurin
Hvussu sær so ein arbeiðsdagur hjá Kristiani út! Hann er vaktleiðari fyri tað mesta og arbeiðir skiftisvakt, um dagin, um kvøldið og um náttina. Høvuðsuppgávan er at vera vaktleiðari hjá teimum, sum koyra úti á gøtuni tvs. at taka ímóti fráboðanum frá fólki og so raðfesta hesi og geva tey víðari til koyrandi løgreglumenninar.
Ein arbeiðsdagur í Nuuk er tí rættiliga nógv øðrvísi enn í Havn. Hann dylur ikki fyri, at tað er nógv meira at gera í Grønlandi. Tey eru so heldur ikki so væl mannað á støðini, sum ynskiligt kundi verið. Oftani eru tey undirmannað til tær uppgávur, sum eru, og tí er oftani neyðugt at raðfesta uppgávurnar. Og tíverri eru tað tí ikki øll, sum fáa vitjan alt fyri eitt eftir eina fráboðan.
Politiskúli
Grønland hevur sín egna politiskúla, men trupulleikin er, at ov fáir grønlendingar og her serstakliga kvalifiserað fólk søkja inn á skúlan. Ein annar trupulleiki er, at alt ov nógvir grønlendskir politistar gevast ov skjótt. Teir arbeiða í nøkur ár og so søkja teir onnur størv. Teir hava nevniliga lætt við at fáa onnur størv, tí man metir teirra útbúgving at vera góða og at hava stóran týdning.
-Eg havi varhugan av, at fòlk skifta nógv arbeiði. Tað veldst so um, hvar man fær best løn og sømdir, so tað er kapping um tey bestu arbeiðsfólkini.
Umleið 20-25% av politistunum í Grønlandi eru danir. Men nógv av teimum leiðandi størvunum eru sett av grønlendingum í mun til onnur yrki í landinum, har danir sita á teimum flestu leiðandi størvunum.
Enn ein trupulleiki er, at tað gongur sera striltið at fáa nokk av grønlendingum at søkja inn á politistaskúlan og blíva verandi í hesum arbeiði, tá man hevur fingið eina útbúgving.
Málið ein trupulleiki
Málspurningurin er eisini sera sentralur í arbeiðinum hjá løgregluni. Nógvir grønlendingar duga ikki grønlendskt og so eru tað eisini teir, sum ikki duga væl danskt heldur.
Kristian heldur sjálvur, at borgarin hevur uppiborið at fáa ein grønlendskan politist á vitjan, tá okkurt er á vási heldur enn ein dana, sum ikki kennir til grønlendska málið. Men mangulin uppá grønlendskar politistar ger, at hetta er ikki møguligt í øllum førum. Hetta er stórt spell, tí tað átti at verið so, at tað bara vórðu grønlendingar, sum duga grønlendska málið, ið fóru út á vitjan, tá okkurt er áfatt.
-Mong fólk, sum venda sær til løgregluna, skilja ikki danskt og duga als ikki at tosa tað. Hetta haldi eg er ein stórur trupulleiki, tí fleiri av politistunum eru danir, sum so heldur ikki duga ella skilja grønlendskt. Tí má man royna fáa fatur á einum grønlendingi.
Tað eru annars nógvar ymsar meiningar í Grønlandi um málspurningin. Tað eru tey, sum halda, at man skal ikki læra danskt, men grønlendingar, sum bara duga grønlendskt fáa so ein trupulleika at klára seg uttan fyri Grønland. Tá kann danskt koma væl við.
Tað eru so eisini summir grønlendingar, sum bara duga danskt. At vera grønlendingur og ikki duga sítt egna mál, tað er heldur ikki gott. Man má royna at finna ein millumveg, so man dugur bæði málini heldur Kristian Dahl.
Farið til Grønlands
Hóast hesar sannroyndir og trupulleikar vil Kristian, sum hevur arbeitt í Føroyum síðani 1991, ráða sínum starvsfeløgum í Føroyum at fara til Grønlands at arbeiða eina tíð. Tá man hevur verið so leingi í sama arbeiði heima heldur hann tað vera sunt at fara út til onnur lond at fáa sær royndir og læra onnur fólk at kenna. Tað er ein góð ballast at hava hjá einum løgreglumenni.
-Eg kann bara viðmæla øllum at fara út og royna okkurt annað og síggja eina aðra mentan og læra onnur fólk at kenna. Hetta hevur verið ómetaliga gevandi fyri meg.
Kristian leggur dent á, at hann er rættiliga hugtikin av Grønlandi. Havnin og Nuuk minna ikki sørt um hvør annnan sum høvuðsstaðir í einum lítlum samfelag, men munurin er tann, at býr tú í Havn, so kanst tú seta teg í bilin og koyra alt landið runt. Her kanst tú bara koyra í Nuuk. Skal tú víðari mást tú antin flúgva ella sigla.
Nuuk í menning
Býurin Nuuk er í stórari menning. Ein nýggjur býarpartur verður bygdur einar tveir kilometrar frá býnum. Har eru bygdir einir 80 nýggir íbúðarblokkar og fleiri koma aftrat. Grønlendingar konserntrera seg um Nuuk eins og føroyingar fara til Havnar, har meira arbeiði og útbúgvingarmøguleikar eru.
Nógvir av teimum gomlu bygningunum, sum eru bygdir í 60- og 70-unum eru og verða tiknir niður og nýtt bygt ístaðin. Summir teirra eru illa farnir og vornir tað reina slumm. Tað, sum verður bygt nú, er nútímans og vælgjørt. Fyrr varð bygt í fáum hæddum men við longum gongum, har nógv fólk búgva tætt saman. Nú verður bygt meira upp eftir og tí verður sosiala umhvørvið heilt øðrvísi.
Tá fólk búgva í smáum íbúðum í blokkum og nógv fólk eru stúvað saman, so gevur tað sosialar trupulleikar. Fólk liva ov tætt upp at hvørjum øðrum, og tað skapar konfliktir.
Tað er annars ringt at sleppa undan blokkbyggingini og gera tað øðrvísi, tí tað er ikki pláss til at byggja alla staðni. Plássið er sera avmarkað, og tí verða fá vanlig sethús bygd.
Nú Kristian er við at leggja seinastu hond á sína arbeiðstíð í Grønlandi sannar hann, at Grønland er eitt ótrúliga vakurt og stórbært land og vil hann mæla øllum føroyingum til at fara til Grønlands um ikki júst at arbeiða at vitja sum ferðafólk.
-Tað er vakurt í Føroyum, men tað er tað so sanniliga eisini í Grønlandi, her er alt bara so nógv størri, so eg fari at royna at koma yviraftur einaferð í framtíðini sigur Kristian Dahl við Sosialin.