Danski vongspælarin Jesper Grønkjær spælir nú fyri FC Keypmannahavn, eftir at hann í fleiri ár hevur spælt fyri útlendsk feløg eitt nú Chelsea í Onglandi.
- Eg havi hugsað um at koma heim at spæla seinastu tvey árini. Eg havi verið mettur av útlandinum, men eg eri ikki mettur av at spæla fótbólt. Eg tími ikki at ganga og mæla onkrastaðni í Europa, um eg ikki er glaður fyri at vera har, sigur Grønkjær við BT.
Og hóast tað ber til at vinna meira pengar uttanlands enn í Danmark, er tað ikki avgerandi fyri hann.- Pengar hava við sær, at tú kanst nakað og ikki nýtist at stúra, men teir geva tær hvørki lukku ella innihald í lívinum, sigur hann.










