Ein av týdningarmestu spælarunum á danska fótbóltslandsliðnum, Jesper Grønkjær úr Chelsea, er ikki farin við danska landsliðnum til Portugal. Mánadagin fóru danirnir avstað til EM, men Grønkjær varð verandi heima í Danmark. Orsøkin var álvarsom sjúka í familjuni, og tað er ikki greitt, um Grønkjær yvirhøvur verður við til EM.
? Tað er sumt í lívinum, sum hevur størri týdning enn fótbóltur, og tað er ikki minst familjan. Eg havi tosað við Grønkjær, og eg skilji væl, at hann vil verða heima fyri fyrstu, sigur danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen.
Enn er ikki greitt, nær ella um Jepser Grønkjær kemur til Portugal, men landsliðsvenjarin ætlar at hava eitt pláss í hópinum tøkt til Grønkjær, og kemur hann ikki, so hevur Danmark bara 22 spælarar at velja ímillum.
EM í Portugal byrjar leygardagin.