VB hevur í ár leikt sínar heimadystir á Sevmýri á Tvøroyri og orsøkin er, at farið varð fyrr í ár undir stórarbeiði vesturi á Eiðinum í Vági. Gamli fótbóltsvøllururin skuldi skiftast út og farið varð gjølla til verka. Nýggi vøllurin er nýggjur frá botni av. Økið er planerað av nýggjum og liggur nýggi vøllurin væl hægri enn tann gamli. Eisini er snøggað rundan um vøllin.
Nýggi vøllurin er av nýggjasta slag og menn frá útlendsku fyritøkuni fáast um dagarnar við at leggja grønu grasrullurnar á og arbeiðið gongur væl og skjótt. Myndin vísir vøllin fyrstu dagarnar í vikuni, men veðrið var heldur keðiligt týsdagin og mikudagin, so tá lá arbeiðið stilt, men var tað tikið uppaftur hósdagin.