Grøn kapitalisma vegurin fram

Samstarv millum gransking og vinnulív er vegurin fram, um vit skulu loysa umhvørvistrupulleikarnar í heiminum, sigur amerikanski hav- og umhvørvisserfrøðingurin, Peter B. Rhines sum var ein av luttakarunum á TACC ráðstevnuni

Samansjóðingin av vinnu og umhvørvisgransking er tað, sum ger bæði TACC ráðstevnuna og hugskotið um TACIT granskingarstovnin heilt serligt, heldur ein av leiðandi altjóða serfrøðingunum innan havfrøði, amerikumaðurin Peter B. Rhines í samrøðu við Sosialin.

- Tað er nógv vit kunnu vera kedd um, jørðin er hótt, vit hava ov nógva dálking, ov nógv fólk og ov nógva tøkni. Men vit hava eisini loysnirnar, sigur amerikanski granskarin.

Og loysnin liggur – sambært Peter B. Rhines - í grønari kapitalismu. Ein nýggjur hugburður um, at umhvørvistrupulleikar kunnu loysast gjøgnum vinnulív og handil.

- Jørðin er stressað og alt jarðarumhvørvið er fullkomiliga broytt av ráðandi rásuni, menniskjum, men jørðin er mótstøðufør. Hon kann koma fyri seg aftur, um hon fær frið at lekja síni sár. Tí mugu vit finna ein livihátt, sum gevur jørðini frið.

Og her gongur vinnan undan, heldur Peter B. Rhines. Hann tosar um grøna tøkni, grøna vinnu og grøn størv.

- Hetta er vónríkasta tekni, sum vit hava í heiminum í dag. Og eg sigi aftur og aftur við tey lesandi, sum eg undirvísi, at tey skulu leggja merki til hugtakið grøn kapitalisma, hugsanin at vit bæði kunnu hava vælferð og verja umhvørvið.


TACIT nakað heilt serligt

Spurdur hvat hann heldur um ætlanirnar um at seta á stovn ein tvøratlantiskan granskingarstovn, TACIT, svarar amerikanski granskarin, at hetta er júst tað, sum nógvir granskarar hava ynskt, men kanska ikki sjálvir hava verið førir fyri at fyriskipa.

Sjálvur arbeiðir Peter B. Rhines við gransking sum fevnir um USA, Kanada, Grønland, Ísland, Føroyar og Noreg, og hann heldur TACIT vera eitt sera gott hugskot, tí samskifti og samstarv tvørtur um Norðuratlantshavið hevur  alstóran týdning.

-  Leiðslan í Bitland og hugskotið um TACIT eru framúr dømi um, hvussu umhvørvistrupulleikar og tøkniligir møguleikar kunnu knýtast saman á okkara breiddarstigum.

Fleiri sterkir granskingarstovnar eru á økinum, men samansjóðingin av vinnu, tøkni og umhvørvisgransking er tað, sum ger TACIT heilt serligt. Tað hevur, sum hann málber seg, »a unique flavour«, og tað skal til, um ein nýggjur stovnur skal eydnast.

- Orðið, tacit, merkir at vera stillur á enskum. Men vónandi verður TACIT ikki ein stillur, men ein larmandi stovnur, sum dregur granskarar til sín. Og um vinnulívið verður uppi í, so verður tað eitt samstarv, sum vit øll fáa nakað burturúr, sigur amerikanski havserfrøðingurin.



Føroyar kann vera viti

Peter B. Rhines sigur, at hóast Føoyar liggja langt norðuri, og framsøgnir siga, at  størstu veðurlagsbroytingarnar fara at henda heilt her norðuri, so hava samfeløgini her víst seg at vera bæði mótstøðu- og umstillingarfør. Harumframt er lítla fólkatali og avbyrgingin ein fyrimunur.

- Styrkin hjá Føroyum liggur í avbyrginini. Trupulleikin í dag er, at altjóðagerðin hevur gingið alt ov skjótt.

Aljtóðagerð er góð á nøkrum økjum sum tøkni og vísund, men vinnulívið er altjóðagjørt og sjúkur eru altjóðagjørdar. Her eru Føroyar eitt einastandandi dømi um ein avbyrgdan vakurleika. Eitt stað har altjóðagerðin ikki fullkomiliga hevur broytt samfelag og umhvørvi.

- Eg haldi, at slík støð skulu varveitast. Ikki bara sum fornminnissøvn yvir eina farna tíð, sum men fyridømir fyri restina av heiminum, heldur Peter B. Rhines.

Harumframt heldur hann, at Føroyar hava ein serligan møguleika at vera undangonguland innan umhvørvisloysnir.

- Henda ráðstevnan er eitt sera gott dømi, um hvussu Føroyar kann ganga undan og vísa á loysnir, sum samansjóða gransking, tøkni og vinnu, sigur amerikanski havserfrøðingurin at enda.