Grýlurómur á Argjum

Í dag var sannur grýlurómur á Argjum, nú tey fyri seinastu ferð hava hildið føstulávint á Argja Skúla, sum letur aftur í summar. Eftir summarfrítíðina verður flutt í nýggjan, stásiligan skúla á Argjahamri.

Sum siður er gingu allar grýlurnar ein túr á Argjum, áðrenn farið varð upp á gólv at kvøða Stolt Signhild.
Næmingar í níggjunda flokki kjósa bestu grýlurnar, og so verður tunna sligin.