Teir grønu skótarnir eru grønir. Tjaldrið er hvítt, svart og appelsingult. Einki er so vist sum tað. Litirnir hava alt at siga. Hygg at teimum farvuríku føroysku bygdunum, hvussu livandi tær liggja við sævarstrond og pulka sær við fjøruklettin! Men eg má siga, at tað harmar meg, at tað eru vorðnar so nógvar svartar tekjur í bygdunum kring landið. Tað er ov tungt. Svart er svart. Tað er tann tyngsti liturin, ið til er, so eg fari at heita á tykkum, sum fara at skifta tekju í summar, ikki at skifta til svarta tekju heldur grøna ella reyða ella onkran annan lit, sum lyftir upp í landslagnum. Tá ið tjaldrið tekur land, er tað ov tryst hjá tí at skoða tær svørtu tekjurnar. Tey, sum búgva ovaliga í bygdunum mugu ásannað, at svá er.
Nú varð nomið við tann svarta litin. Tjaldrið er eisini svart. Men her er skil í. Tað er javnvág ímillum hvíta, reyða og svarta litin. Soleiðis skal tað eisini vera hjá okkum, tá ið hugsað verður um húsatekjurnar.
Vildi eisini ynskt at javnvág var í, tá ið um veður og vind galt.
Vandi er altíð í hvørjari vælferð. Vit geva teimum grønu rætt, tá ið tey vísa á, at dálkingin frá Evropa røkkur líka norður í arktisku økini. Umstøðurnar hja fólki, sum liva við hesar strendur, gerast verri og verri. Sót frá sótsvørtum verksmiðjuskorsteinum og guvuvatn frá atomdrivnum kraftverkum fer út í natúruna. Natúran er ikki so, at hon klárar at niðurbróta alt rut og rusk, ið kemur frá hesum pørtum av ídnaðinum. Tí kemur ódámur í og livikorini hjá fólki, ið býr fjart frá okkum , verða skerd av somu orsøk.
Skótin er góður við natúruna. Hann fer um dalar og skørð við telti sínum og tekur tað til sín, sum eygað sær. Summardagar liggja skótar í legum saman við feløgum aðrastaðni frá ? úr Føroyum og øðrum londum við. Bond verða knýtt fyri lívið og træðrir frá hesum døgum minna á, at natúran er tað stoltasta, sum okkum er givin. Hon tilevnar teg sum menniskja - hon bjóðar tær av.
Natúran hevur mangan verið beisk, ótespilig og kravt sítt. Hon vísir okkum hvør hon er. So mangan hava vit hoyrt og sæð fjalladun, upphald á fjøllum, havið ruskut sum ývið høvur, brimið staðið í grasið og hvirlurnar farnar um fjørðin, eins og frekir, dansandi marmennlar. Tað, sum vit hava tokkað til, eru vár-, summar-, heyst- og vetrarløtur, hvar kvirran og ljósið við sínum litum hevur sett dám á. Hetta er natúrligt, men ónatúrligt verður tað, tá ið regn, stormur, kavarok og turkur verða so ógvuslig, at tað stendur um lív manga staðir. Hetta stendur bara við og versnar. Ikki at tala um skerpingin, sum hevur verið viða um á Sunnaru hálvu tey seinastu árini. Er hetta orsakað av at ójavnin í natúruni er komin av dálking og burturkasti? ? Eingin ivi um tað. Nú hoyrist eisini um vatnflóð og glopraregn í Afriku, sum ongangtíð fyrr. Stynjar jørðin í sini ómegd, tí megurð er komin í?
Teir, sum balast á havinum, vita um alt hetta at siga, tá ið veður og vindur vísir sínar tenn. Hetta er okkara umstøður, at fara í bardaga ímóti natúruni, fyri at yvirliva her á klettunum. Tað vilja vit, men svárt verður tað, at bardagin verður kanska ein annar, tá ið ójavnin er komin í av órøkt, óskipaðum loysnum, atomburturkasti, sóti - ja av dálking í sjálvum sær, sum elvir til óregluligt veðurlag.
Tann fagri, grøni liturin er boðskapurin. Grønt skal tað vera. Skótin er boðberi og boðskapurin er: Farið væl um natúruna, tað er keldan til lív okkara!
Hornorkestrið, sum so trúfast blæsir fyri okkum, tá ið merkisdagar eru í bygdini, ber fram í tónleikinum í dag grønar, reinar vártónar.
1964 varð heitt á navnframa listamannin Chagall (1887-1985) um at mála hválvið í Paris opruni. Hesum eftirlíkaði hann. Chagall brúkar bjartar litir i sínum málningum. Hválvið er eitt meistaraverk. Litirnir eru fyri tað mesta gulir og grønir og umboða kend tónaskøld. Í tí grøna litinum síggjast Hector Berlioz, franskur komponistur (1803- 69) og Richard Wagner, týskur komponistur (1813-83). Í tí gula litinum er Tjaikovskij russiskur komponistur (1840 ? 93).
Tónleikurin spríkir út úr tí litfagra hválvinum. Hesin farvuríki himmalin ber boð um eina viðkvæma sál, sum livdi fyri listini og dugdi at týða tónleikin í litum, sum kom av pallinum, fór kring rúmið, hevjaði seg upp undir hválvið og_ to sing like a bird without themes or method, segði Chagall, tá ið hválvið var liðugt. Mozart er við í rokanum við gandafloytuni. Tann svarti liturin hómast í støðum í hesum hválvi, men javnvág er í.
Tónleikur tulkar tað, sum er innast í sálarkrókunum. Fyri tað kann hann vera einkultur sum lúðraljóðið í dag ber boð um. Ja, bert eitt lítið klipp úr tí reyða nevinum er tónleikur fyri okkum. Hesi løg bera grønan gróður við sær. Gandafloytan hjá Mozart rungar undir hválvinum í Paris opruni, lúðraljóðið rungar millum fjøll í Fuglafirði og tað lítla, fitta tjaldursklippið syngur fyri okkum úr vøggu í grøv undir hesum megnar hválvi, sum er kring Fuglafjørð. Jú, grønt skal tað vera, og tað er best! ? Men svartar tekjur ? nei, tær hevði Chagall málað grønar til javnvág kom í.!
Vónandi verður tað so í framtíðini, at tey sum hava mátt og megi til at broyta gongdina við dálkingini, fáa góð kor at arbeiða undir og vent hesum ráki til tað betra, so javnvág verður aftur í natúruni.
Skótin er trúfastur, og takk skulu tit hava, tit grønu skótar, at tit fyriskipa hetta hald ár um ár, at taka ímóti tí trúfasta vár- og summargesti okkara, tjaldrinum, tað er tykkum til mikla tign og sóma og tøkk fái hornorkestrið, at tit trúliga ár um ár seta dám á tilveru okkara við tónleiki tykkara.
Eg ynski tykkum øllum eitt gott vár og gott summar.
Frits Johannesen