Grækarismessuhald í Føroyahúsinum

Fríggjadagin 12, mars verður grækarismessuhald og kafékvøld í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Á skránni hetta kvøld er ymsikt. Katrin Nolsøe, ættað úr Klaksvík, heldur grækarismessurøðuna. Tóra Dahl Sandberg lesur upp og Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen syngja og spæla.

Hjá teimum, ið vitja innar í Føroyahúsið hetta kvøld, verður eisini møguleiki at syngja við, tí skipað verður fyri felagssangi. Tiltakið byrjar klokkan 21 og tað eru Føroyingafelagið í Keypmannahavn og Føroyahúsið, ið skipa fyri. Atgongumerkini kosta 20 krónur.