Grækarimessuhugni í Eydnuni

Leygarkvøldið, grækarismessukvøld, verður hugnalig samvera í Eydnuni á Oyrarbakka. Á skránni eru hugleiðingar um bygdarlív og umhvørvi, felagssangur og undirhald.

Nú grækarismessa er í hondum verður skipað fyri ymsum tiltøkum kring landið. Grækarismessukvøld, 12. mars kl. 20, verður skipað fyri hugna-kvøldið í Eydnuni.
Edmund Joensen fer at hugleiða um ymiskt úr nærumhvørvinum, og Ingvard Fjallstein fer við myndum og teksti at greiða frá túrum úr sjálvsama umhvørvinum fram við Stórá við Norðskála - av Móstøðuni og niðan í Lokkafelsdurin.
Tórhild Hansen fær vitjan av Zacharis Hansen, Hansu Fjallstein og Marthu Johannesen í sendingini Amore á Rás 6 við skemtileikinum um kærleikslív fyrr og nú.
Harafturat verður burturluting, felagssangur, kaffi og køkur.
Aftan á hugnakvøldið spælir Bergur Jacobsens Dansiband til góðan dans.