Grøðikraftin í tara

Tað er gamalt at brúka tara. Í Kina brúktu tey tara heilt aftur til umleið ár 500 sum ein part av matgerðini og sum eina medisinska plantu. Í eysturlondum er tari ein óumveruligur partur av matgerðini, sum ikki bara fjøltáttar matin, men eisini leggur væl til at vitaliteti.

Tari inniheldur 1,5 ferðir so nógvar c-vitaminur sum eitt nú appelsinur, og protein innihaldið er millum 25-35% av turrvekt. Tari er eisini ríkur fyri jod, ið er eitt mineral, sum hevur stóran týdning fyri metabolismuna hjá kroppinum.
Fólk, sum taka lættliga uppá í vekt, føla seg troytt, mental sein, missa hár, kunnu hava hesar trupulleikar, tí tey hava ov lítið jod í kroppinum. Hetta kann vera ein grund til seina metabolismu.
Koyrir tú tara uppí dietina ella sum eitt kosttilskot, kann hetta hjálpa uppá støðuna.
Í plantuheilivági er tari eisini brúktur at hjálpa fólki, sum viga ov nógv til at tapa seg. Evnið kann smyrjast uppá húðina sum "compres" og hevur antibruna-effekt. Hetta hjálpir til at eleminera klorin salt úr kroppinum og somuleiðis til at minka um rukkur og strekk merkir.
Tari er effektivur móti giktapínu, og sera høga innihaldið av mineralum og vitaminum hjálpir eisini til at reinsa kropsskipanina.
Tari hjálpir móti magabruna, tí hann uppsorberar magasevju og minkar um sýruna.
Í Kina verður tari nýttur sum lekidómur móti krabbameini.
Tú kanst fáa meira at vita um møguleikarnar og produktir við tara, og til ber eisini at fáa konsulatión hjá kostráðgeva við at ringja á tlf. 224258, 224259 ella við at senda telefaks á 448659.
T-post adressan er: yoga_63@yahoo.com
Enskt mál um dagin millum kl. 12 og 19. Føroyskt um kvøldið eftir kl. 19 og í vikuskiftinum.