Av trygdarávum vil IRF mæla fólki frá at goyma fýrverk til næsta nýggjár. Betri er, um tað verður burturbeint á rættan hátt.
– Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða, skrivar IRF, sum tí mælir fólki frá at goyma fýrverkið, ið tey ikki fingu skotið í ár.
– Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið. Sum dømi kann nevnast, at eldur kom í ein ruskbil hjá IRF júst av hesi orsøk, skrivar IRF.
IRF vísir á, at fýrverk kann latast í reyðu posarnar hjá IRF, umframt at tað kann eisini latast inn til eitt mannað endurnýtslupláss.
IRF leggur aftrat, at í sambandi við størri nøgdir av fýrverki til burturbeiningar verða fólk biðin um at ringja til IRF frammanundan fyri nærri vegleiðing, umframt at skip og bátar, ið hava neyðbluss og líknandi, verða biðin um at seta seg í samband við IRF.











