Summartónar og Fólkatónleikarastevna. Hetta eru tiltøk, ið fara fram alt summarið kring alt landið. Ofta á smærri plássum, umframt í høvuðsstaðnum.
Hóast hetta hevur verið afturvendandi í mong, mong ár, so hevur hetta verið rópt Føroya best goymdi festivalur.
Tann 21. juli verður so ársins Fólkatónleikarastevna í Mykinesi. Tiltakið liggur vanliga um hálvan juli, og vanliga eru heilt nógv fólk í Mykinesi, tá hetta tiltak fer fram.
Spældur verður tónleikur í kirkjuni í Mykinesi allan dagin, og mong leita sær út í oynna fyri at njóta tónleikin.
Luttakandi í ár eru:
Lív Næs
Brandur Enni
Uni Debess
Agnar Lamhauge
Òli Olsen
Black Sheep
Stanley Samuelsen
holgar
Katrina Petersen
Niels Midjord & Òlavur Højgaard
Kvonn