Goymdi fostur og lík

Løgreglan í amerikanska býnum Pittaburgh hevur fingið eitt óhugnaligt mál at avgreiða.

Í vikuni varð avdúkað, at ein maður hevði fjalt líkini av 19 pinkubørnum og umleið 300 fostur. Maðurin arbeiddi hjá sjúkrahúsinum Magee Women's Hospital. Hansara arbeiði var at standa fyri líkbrenningini, tá pinkubørn doyðu á sjúkrahúsinum, og tá kvinnur fingu fosturtøku. Men ístaðin fyri at brenna líkini, tók hann tey og fjaldi tey.

Tað var kona mannin, sum varskógvaði løgregluna. Á løgreglustøðini verður sagt, at pinkubarnalíkini og fostrini eru frá árunum 2000 til 2002.