Gunvá við Keldu
Borgarstjóri
Síðani eg byrjaði í kommunupolitikki havi eg meir enn einaferð verið ávarað um, hvussu vandamikið tað er, um land okkara fer at missa ta innanhýsis kappingina, sum hevur verið og enn er millum tey ymsu økini og kommunurnar her á landi.
Onkur av okkara smáu grannalondum verða av og á brúkt sum dømi um, hvørja kós vit ikki mugu seta, har víst verður á, at um eitt land ikki hevur sterkar kommunur, ið hava eitt veruligt innihald, sum gevur meining og slagkraft, so verður eingin kapping og harvið heldur eingin dynamikkur at flyta landið framá.
Kommunurnar
skapa framburð
Vit eru í teirri hepnu støðu, at vit í Føroyum hava kommunur, sum bæði hava innihald og eisini hava víst styrki í verki til at menna og samskipa lokal initiativ, bæði vinnuliga og trivnaðarliga.
Dømini eru fleiri um átøk, ið ikki høvdu sæð dagsins ljós uttan hesa lokalu styrkina og initiativið kring um í ríka landi okkara.
Svangaskarð í Nes Kommunu, uppisjóvarvirksemið í Fuglafirði, Norðhavnin í Klaksvíkar Kommunu, Offshore vinnan í Runavíkar Kommunu, Tórsvøllur í Tórshavnar Kommunu og nú eitt uppisjóvarvirki í Tvøroyrar Kommunu eru bert tilvildarlig dømu úr rúgvuni, sum eg bert nevni fyri at staðfesta hendan veruleika, at sterkar og virknar kommunur eru ein ómissandi fongur fyri okkara samfelag.
Tað var ein stórur missur fyri samfelagið, at vit mistu valdømini, tí hetta var ein partur av skipanini, sum var við til at tryggja framhaldandi styrki og fólkaræði í øllum pørtum av landinum.
Nú ræður um, at vit ikki missa meira á sama bógvi, men ístaðin varðveita og menna kommunurnar og harvið økini til ein enn meiri virknan leiklut í samfelagnum.
Løgmansfinalan
eitt sigandi dømi
Eitt av fesku dømunum um kapping millum kommunur, sum hevur skapt dynamikk, er málið um finaluna um Løgmanssteypið.
Sum kunnugt var ósemja íkomin millum Fótbóltssamband Føroya (FSF) og Tórshavnar Kommunu um fíggjarliga partin, sum gjørdi, at finnast mátti ein onnur loysn. Støðan var fastlæst, men her kom júst kappingin millum kommunurnar FSF og fótbóltinum tilgóðar, við tað at Klaksvíkar Kommuna megnaði at bjóða FSF frægari umstøður og møguleikar við at hýsa finalunum báðum – kvinnur og menn – í framúr góðum fótbóltsumstøðum á stadion við Djúpumýru í Klaksvík á tí árliga Summarfestivalinum.
Hesum tók FSF av, og tvey ára royndir hava víst, at avgerðin var røtt, tí fótbóltsdámurin hevur neyvan verið sæddur betri á Føroya landi.
Tíverri fyri okkum í Klaksvík hevur FSF nú valt at flyta finalurnar aftur til Havnar, sum harmar okkum í Klaksvíkar Kommunu almikið.
Samstundis kunnu vit tó ikki annað enn fegnast um, at Klaksvíkar Kommuna við hesum hevur verið við til at ment ein part av samfelag okkara, við tað at í hesum føri fótbólturin fekk betri umstøður til eitt av sínum stóru árligu tiltøkum.
Eg harmist um, at FSF hevur valt – eftir tvey framúr góð ár í Klaksvík – longu nú at flyta Løgmansfinaluna aftur til Havnar. Samstundis vísir hetta, hvussu týðandi tað er fyri samfelagið, fyri hægri góðsku, betri menning og fyri lakari pening, hesaferð í sambandi við fótbóltin, at kapping er millum virknar og sunnar kommunur.










