Eitt hágtrýst yvir Føroyum og sum vikuskiftið líður dýpist eitt lágtrýst í ein útsynningi úr Føroyum og turr luft blæsir sum frá líður yvir Frøoyar úr eystri. Mánadagin kemur regn yvir oyggjarnar úr suðri og mikudagin eitt djúpt lágtrýst inn yvir oyggjarnar úr landsynningi, við regni og vindi.
Leygardagin verður yvirhøvur turt og skýggjað fyrrapartin, men um frá líður sær sólin. Hitin millum 5 og 8 stig og eitt lot til stívt andøvsgul úr suðri og landsynningi, 3 til 10 metrar um sekundið. Sunnunáttina verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið, sunnanfyri í støðum upp í strúk í vindi, 13 metrar um sekundið. Tað verður skýggjað, men framvegis turt og hitin millum 2 og 5 stig.
Sunnudagin verður eitt stívt andøvsgul upp hvassan vind úr eystri, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað men yvirhøvur turt, men um náttina regn av suðri. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagin verður fyrst eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr eystri, 10 til 15 metrar um sekundið, men seinni makar hann vindin niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, og um náttina eitt lítið lot. Skýggjað og regn til tíðir fyrrapartin, men seinni yvirhøvur turt og møguliga klárar í. Hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin verður eitt lot til stívt andøvsgul, sum frá líður mest av landsynningi og eystri, 3 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og turt, men seinni regn úr landsynningi. Um náttina heldur á at regna og hann øtlar vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av landnyrðing, 13 til 18 metrar um sekundið. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagin verður fyrst hvassur vindur av landnyrðingi, 13 til 18 metrar um sekundið, og regn, men út á dagin makar hann vindin og hann tað verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, og tað klárar í. Hitin millum 5 og 10 stig.
Hósdagin verður upp í stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 metrar um sekundið, samdrigið og ælaveður. Hitin millum fimm og 10 stig.