Gott veður at skjóta rakettir

Óstøðug luft við ælaveðri blæsir inn yvir Føroyar av útsynningi. Leygarnáttina og leygardagin fer væntandi eitt brúgvalag fram við Føroyum av vestri og fyrst í næstu viku streymar kaldari luft inn yvir oyggjarnar av eystri.

 

Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður av og á. Hitin millum 5 og 8 stig. Í kvøld og í nátt øtlar ahnn vindin upp í andøvsgul til strúk í vindi av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Tað verður samdrigið og ælaveður og hitin millum 2 og 5 stig. Hósmorgunin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 4 og 7 stig.

 

Gamlaárskvøld verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður og hitin millum 4 og 7 stig. Um kvøldið verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein útsynningi og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og eitt bil regn, seinni ælaveður og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Nýttársdag verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin snarar í ein sunnan og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Ælaveður, men stundum sólglottar. Um kvøldið øtlar hann vindin og um náttina verður hvassur vindur upp í skrið, 15 til 20 m/s. Skýggjað og regn av og á og hitin millum 4 og 7 stig.

 

Leygardagin verður hvassur vindur upp í skrið av suðri og landsynningi, 15 til 20 m/s, sum út á dagin makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av og á. Um kvøldið øtlar hann vindin og um náttina verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 4 og 7 stig.

 

Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi og eystri, 13 til 18 m/s, sum um náttina makar nakað. Skýggjað og ælaveður, kanska vátaslettingur og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ella vátaslettingsæl og hitin millum 1 og 5 stig.