Gott veður í væntu

Eitt lágtrýst, 980 hPa, beint vestan fyri Írland fer spakuliga í ein eystan, seinni norðan, meðan tað viknar. Týsnáttina liggur tað við Føroyar og eitt brúgvalag haðani fer framvið okkum mánakvøldið og týsnáttina. Síðani fara fleiri brúgvaløg framvið, men seinni í vikuni fer ein hátrýstsryggur at leggja sín dám á veðrið.

 

 

Veðrið í dag

Lot til gul av eystri, seinni suðri, undir 5 m/s. Sólin sær, men okkurt æl. Í kvøld og í nátt skýggjað, regn og ælaveður. Hann frískar vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri ella ymsum ættum, 5 til 10 m/s. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av suðri og vestri, 3 til 8 m/s, seinnapartin og um kvøldið øtlar hann í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s. Okkurt æl og sólglottar, seinni skýggjað og um kvøldið og náttina eitt skifti regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynngini, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein eystan og minkar vindin í eitt lot, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt, men bara hendinga sólglotti. Um kvøldið veksur hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s, um náttina snarar hann vindin í ein útsynning. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av suðri og útsynningi, sum minkar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Seinnapartin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, men um náttina minkar hann vindin aftur. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin um dagin millum 6 og 10 stig, um náttina millum 3 og 8 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og seinni suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og onkur sólglotti. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin alt samdøgrið um 8 stig.